Vindmylla sparir helmingin av oljunýtsluni

að nýggjasta innan alternativa orku í húsarhaldinum eru smáar vindmyllur, ið geva orku beinleiðis til ketilin, so oljufýringin koyrir minni og harvið brúkar minni olju. - Eg haldi, at hetta sær ógvuliga spennandi út, og tað er stuttligt at vita sær, at tú klárar at halda húsini heit – partvís við vindi, sum á ongan hátt dálkar okkara umhvørvi, sigur William Smith, ið hevur havt vindmyllu við góðum úrsliti síðan oktober í fjør

Vindorka Oljan er dýr og er vorðin ein rættiliga tyngjandi partur av einum húsarhaldi, bæði hjá ungum familjum við børnum, men so sanniliga eisini hjá teimum, sum eru komin til pensjónsaldur og bara hava pensjónina at liva av. Mangur man undra seg yvir, at tað almenna ikki langt síðan hevur tikið burtur oljuavgjaldið, soleiðis at oljan kundi verið tað bíligari. Myndugleikunum so líkt skjóta teir seg inn undir, at høgi oljuprísurin kanska er tálmandi fyri nýtsluna, og størri nýtsla fremur meira dálking. Svend Auken, fyrrverandi danskur umhvørvisráðharri, hevur sagt, at tá ið tað almenna leggur avgjøld á eitt nú olju fyri at minka um dálking, eigur tað almenna eisini at gjalda ein part av hesum peningi útaftur, so fólk fáa ráð til at bjálva sær húsini betur, skifta vindeygu og hurðar og kanska finna sær aðrar orkukeldur, ið dálka minni. Umhvørvisráðharrin hevur eisini sagt, at tað gevur onga meining at leggja almenn avgjøld á eitt nú olju, um ein partur av avgjaldinum ikki verður brúktur til at minka um nýtsluna av dálkandi orkukeldum. Høgi oljuprísurin hevur fingið fólk til at royna aðrar møguleikar, eitt nú við sólorku, hitapumpum og vindmyllum. Smáar myllur Øllum kunnugt eru vindmyllur ikki nýtt uppfinnilsi. Úti í heimi hava vit í nógv ár sæð smáar og stórar vindmylluparkir, sum geva orku inn á el-netið. Myllurnar eru vorðnar betri, størri og sterkari. Eisini her hjá okkum er gongd í vindorkuni. SEV hevur nú í fleiri ár havt eina vindmyllu standandi í Neshaga, og fyri fáum árum síðan setti felagið tríggjar størri vindmyllur upp aftrat. Úrslitini hava verið so mikið góð, at elfelagið nú hevur gjørt av at seta enn fleiri og størri vindmyllur upp í Neshaga. Eisini felagið Sp/f Røkt í Vestmanna framleiðir og selir streym, ið framleiddur verður við vindi, inn á netið hjá SEV. At vindorka munar, kann staðfestast við úttalilsum hjá Henningi Jacobsen, verkfrøðingi hjá SEV, sum hevur sagt, at tær tríggjar størru vindmyllurnar í Neshaga eru nóg mikið til at bera streymin hjá øllum húsarhaldum á eystursíðuni á Skálafjørðinum. Tað nýggjasta innan alternativa orku í húsarhaldinum eru smáar vindmyllur, ið geva orku beinleiðis til ketilin, so oljufýringin koyrir minni og brúkar harvið minni olju. Nakrir sethúsaeigarar hava longu útvegað sær smáar kinverskar myllur, sum settar verða upp á grundøkinum. Ein teirra er William Smith, sum býr í Sørvági, og ein annar er Jóhan Simonsen, sum býr í Hoyvík. Aðrir eru eisini í holt við at seta sær slíkar myllur upp og sum skilst, er áhugin fyri hesum sera stórur. At síggja til, er hesar myllur lítið størri enn hampiliga stórir veðurhanar. Tær eru 180 metur í tvørmát. Ógvuliga spennandi William Smith, ið er maðurin, sum hevur gingið á odda við hesum smáu vindmyllunum, sigur, at teir fingu samband við ein føroying, sum býr í Bretlandi, og hesin hevði sambond til Kina, har teir framleiða hesar myllur, ið kallast HWG 600. - Eg haldi, at hesar hava røttu støddina og røttu styrkina til føroyska veðurlagið. Kinverjar lova, at myllurnar geva 750 watt, men við eini minni tillaging fái eg tær at geva 2.700 watt. William setti sína myllu upp í oktober mánaða í fjør og royndirnar, hann higartil hevur gjørt sær, eru sera góðar. Vit fara at venda aftur til ítøkiligu royndirnar seinni í greinini. Sjálvur er William útbúgvin handverkari, og umframt tað er hann eisini elektrikari, maskinmaður og flogteknikari. - Úrslitið, sum eg nú eri komin til við mínum royndum at hita ketilin við vindmylluni, er mítt konsept, um eg so kann siga. Hann sigur, at stýringarnar, sum fylgdu við kinversku myllunum, bygdu á prinsippið um javnstreym, men at hann hevur tikið allar hesar stýringar burtur, soleiðis at myllan nú framleiðir veksilstreym, sum tað verður rópt. Eisini hevur hann styrkt “krúnuna”, sum bløðini er fest í, soleiðis at myllan í dag tolir í minsta lagi 80 metrar/ sek. - Eg havi tillagað mylluna so sterka og einfalda sum gjørligt, tí endamálið er eittans; at framleiða mest møguliga orku til ketilin, so oljufýringin gongur minst møguligt. Willian sigur, at hann leingi hevur gingið og hugsað um, hvussu hann á mest orkusparandi hátt kundi fáa steðgirnar ímillum, nær oljufýringin gongur, at gerast longri, so oljunýtslan og harvið við útlátið verður minni. - Eg haldi, at hetta sær ógvuliga spennandi út, og tað er stuttligt at vita sær, at tú klárar at halda húsini heit – partvís við vindi, sum á ongan hátt dálkar okkara umhvørvi. Tá ið nógvur vindur er, hevur tú vanliga eisini brúk fyri meira hita, og tað er júst, tá ið vindur er, at myllan gevur mest, og tú soleiðis sparir olju. So, hesin samanhangurin passar sera væl inn í konseptið, leggur hann aftrat. Einføld skipan Men hvussu er skipanin so bygd upp? - Skipanin er sera einføld. Eg havi borað hol í ketilin og havi sett trý hitalikam inn. Hetta eru likam, sum streymurin, ið myllan gevur, ikki klárar at beina fyri. Síðan eru gløðarar bundnir beinleiðis til hesi likam, ið streymurin frá mylluni hitar. Hann sigur, at er eingin vindur, gongur oljufýringin oftari, men er eitt sindur av vindi, letur myllan hitan, og tá gongur oljufýringin nógv minni – ella slett ikki, um nóg mikið av vindi er. - Tað er einki við, at tú á nakran hátt noyðist at ganga og kopla um – ella tendra og sløkkja nakað. Her er eingin stýring. Hetta gongur alt av sær sjálvum, leggur William aftrat. Spurdur, um tað ikki hevði verið ein gongd leið at havt akkumlatorar, sum goymdu streym, tá ið nógvur vindur er, sigur hann: - Jú, sjálvandi er tað ein møguleiki, men tá gerst lutfalsliga lítla og einfalda íløgan størri, umframt at tú tá fæst við evni, sum einaferð skulu beinast burtur. Sum er, koyrir skipanin soleiðis, at tú sparir olju, tá myllan melur, og í Føroyum er næstan altíð vindur. Íløgan í eina slíka vindmyllu og skipanina annars, soleiðis sum William hevur bygt hana upp, er smáar 10.000 krónur, og royndirnar hjá honum vísa, at íløgan kann spara seg innaftur longu eftir einum ári. - Er vindurin 3 m/sek., gevur myllan eitt sindur, men ov lítið. Kortini sparir tú olju, tí oljufýringin gongur ikki líka so ofta, sum um tú onga myllu hevði. Liggur vindurin millum 7 og 15 m/sek., sparir tú nógva olju – alt eftir, hvussu stór húsini eru. Hann sigur, at tá ið vindurin liggur um 15 m/ sek., gevur myllan 2700 watt, og tá klárar hon so at siga at halda eini vanlig sethús heit – at kalla uttan olju. - Mín oljunýtsla fór niður á 3 litrar um samdøgnið við góðum vindi, sum lá millum einar 12 og 17 m/sek. Nýtslan frammanundan var einar 8-10 litrar um døgnið. Í báðum førum var talan um 0 stig úti. Onkran dag koyrdi oljufýringin slett ikki, og tískil brendi eg onga olju. William sigur, at tá ið nógv vatn verður brúkt í húsunum, klárar vindmyllan ikki at bera alt, og tá gongur oljufýringin eina løtu. - Hjá okkum, sum hava fingið okkum vindmyllur, er best, um tað er nakað av vindi – og ongantíð betur, enn um tað er hampiliga nógvur vindur. Tá spara vit dálkandi olju, og tá spara vit pening, leggur hann aftrat. Hóskandi mylla William sigur, at orsøkin til, at hann valdi júst hesa mylluna, ið er 1,80 metrar í tvørmát, er ein donsk lóg, sum sigur, at 2 metrar “roterandi genstandur” er tað mesta, sum tú kanst hava standandi á tínum grundøki. - Men um henda lóg eisini er galdandi í Føroyum, veit eg ikki at siga. Hann heldur annars, at íløgan hevði verið ov stór fyri sethúsaeigarar, um talan var um eina størri vindmyllu, sum kundi klárað at borið allan streymin í húsinum, og tá hevði sjálvandi eisini verið neyðugt við goymslu av streymi, sum krevur heilt aðrar instalatiónir og kostnaðir. Men hoyrist einki til eina tílíka myllu, sum at síggja til ikki tykist størri enn ein hampiligur veðurhani í garðinum? - Jú, sjálvandi hoyrist myllan, tá ið nógvur vindur er, men eg haldi, at hendan, eg havi valt, er ein hin mest ljóðleysa á marknaðinum í løtuni. Hann sigur, at lítið hoyrist til mylluna, tá ið vindurin liggur millum einar 7 upp í 15 metrar/sek., men tá ið vindurin fer upp um einar 15-17 metrar/sek., hoyrist nokso fitt til hana. - Í aðrar mátar ber altíð til at steðga mylluni, um sjóðið frá henni er til ampa í nærumhvørvinum, leggur hann aftrat. Stór sparing Vit spurdu eisini William Smith, hvussu stóra sparing hann væntar sær av mylluni, sum hann setti upp í oktober í fjør. - Eg vænti, at soleiðis, sum royndirnar mínar higartil hava verið, spari eg meira enn helmingin av oljuni, enn brúkti frammanundan. Hann sigur, at hópur av fólki longu hava vent sær til hansara og spurt seg fyri. - Eg vænti, at verða royndirnar framhaldandi góðar, fari eg at taka einar 50 vindmyllur av hesum slagnum heim í næstum, sigur hann at enda.