Vindmyllufelag mist eginpeningin

Vinna: Ein av heimsins størstu vindmylluframleiðarum, danska fyritøkan NEG Micon, misti eftir fáum minuttum 2,3 mia. krónur og allur partapeningurin er tí burtur

Fyri nøkrum mánaðum síðani kom fram, at SEV hevði fingið durafjórðingin frá stóra danska vindmylluframleiðaranum NEG Micon. SEV hevur havt ætlanir um at gera meira við vindoprku, men hesin stóri framleiðarin vildi so ikki hava meira við SEV at gera. Ein av frágreiðingunum var, at ordrin frá SEV eftir øllum at døma var ov lítil. Stóra danska fyritøkan, sum eisini er ein av heimsins størstu á sínum øki vildi bara hava størri ordrar.

Nú er komið fram, at SEV eftir øllum at døma skal vera fergið fyri at sáttmálin varð av ongum, tí fyritøkan NEG Micon er komið í álvarsamar fíggjarligar trupulleikar.

Danska blaðið Jyllandsposturin visti í gjár at siga, at teir trupulleikar, sum vórðu nevndir í hálvársfrágreiðingini fyri seks vikum síðani eru so stórir, at tað setir fyritøkuna í sera álvarsamar trupulleikar.

Henda seinasta frágreiðingin hevði við sær, at kursurin á partabrøvunum hjá NEG Micon upp á trý korter fall úr 280 til 75. Hetta svarar til, at partaeigararnir í NEG Micon mistu 2,3 mia. krónur upp á trý korter. Verri er tað harafturímóti, at størvini hjá 1500 starvsfólkum eru hótt.

Frágreiðingin, sum varð almannakunngjørd hósdagin hevur eisini við sær, at tað er ein sera stórur vandi fyri at allur eginpeningurin, sum sambært hálvársroknskapinum var 485 mió. krónur, er mistur, sigur frágreiðingin, sum felagið lat keypsskálanum í Keypmannahavn hósdagin.


Trupulleikar í Amerika

Partabrævahandlarar halda tað vera eina sera løgna støðu, sum NEG Micon er komin í. Fyritøkan hevur lagt seg eftir at vaksa so nógv sum yvirhøvur tilber, og tað tykist nú at geva seg aftur.

- Talan er um nógvar pengar, og tað´tykist ógvuliga løgið. Men hetta luktar langan veg av eini fyritøku, sum ikki hevur dugað at stýrt vøkstrinum, sigur ein partabrævaanalytikari við Jyllandspostin.

Sum nevnt var tað í sambandi við hálvársroknskapin at fyritøkan hevði og enn hevur stórar trupulleikar á amerikanska marknaðinum. Her skal samstundis leggjast afturat, at tað er á amerikanska marknaðinum, at NEG Micon selir meginpartin av sínum vindmyllum.

Tað eru trupulleikar við stýringini av gomlum og nýggjum mylluverkætlanum og stórar umvælingarútreiðslur til vánaligar girkassar, sum hava tvungið fyritøkuna í knæ.


Hvat visti nevndin

Sum nevnt frammanfyri hevur fyritøkan lagt seg eftir vøkstri, men við seinasta útspælinum verður stórt spurnartekin sett við um fyritøkan yvirhøvur hevur havt skil á hesum vøkstrinum.

NEG Micon er ein samansett fyritøka, av tveimum stórumdonskum myllufyritøkum. Nordtank Energy Group og Micon A/S løgdu saman fyri tíð síðani, og við samanleggingini gjørdist fyritøkan ein av allarstørstu av sínum slag, men kappingin er kortini hørð, og tað er millum annað eisini kappingin á amerikanska marknaðinum sum nú setir síni spor.

Í sambandi við fíggjarligu trupulleikarnar hjá NEG Micon verður nú eisin isett spurnartekin við hvussu nógv nevndarlimirnir vistu um trupulleikarnar. Fólk í peningaheiminum vósa á, at so stór tap ikki kunnu koma óvart á eina nevnd. Hetta er júst sama nevnd, sum í sambandi við hálvársroknskapin gjørdu av at siga táverandi stjóranum úr starvi, og seta næstformannin í nevndini í hansara stað. Hvussu leingi hesin heldur er sjálvsagt óvist, men tað verður uttan iva meira at frætta um fyritøkuna NEG Micon í næstum.