Vindmyllur og list í Neshaga

Fríggjadagin var stórt hátíðarhald á Toftum í samband við, at SEV tók fimm nýggjar vindmyllur í nýtslu í Neshaga.

Tað var løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, sum trýsti á knøttin, sum alment setti myllurnar at framleiða el-orku inn á netið hjá SEV.

Hátíðarhald var fyri 150 innbodnum gestum í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Tríggjar av nýggju myllunum eru settar upp sambært framleiðlsuloyvinum, sum SEV fekk til tríggjar myllur á Eystnesi, og tvær myllur koma í staðin fyri tær tríggjar Vestas-myllurnar, sum eru tiknar niður.

Tvær fóru illa í nógvum vindi í fjør, og tann triðja er eisini tikin niður og løgd á goymslu.

Tær fimm nýggju myllurnar og gamla Nordtank-myllan frá 1993 kunnu tilsamans geva kervinum 17,5 GWt um árið. Tað svarar til streymnýtsluna hjá umleið 3.000-3.500 húsarhaldum.

Tað skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu, sum kallar greinastubban "Myllur og list í Neshaga". Tað er eisini Nes kommuna, sum eigur viðheftu myndina.