Løgtingið skal í dag taka støðu til, um Johan Dahl, landsstýrismaður, skal svara upp á fyrispurning frá Aksel V. Johannesen, um landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til, ella ætlar at geva loyvi til, at SEV og MAGN saman kunnu eiga vindmylluparkina í Húsahaga.
Aksel V. Johannesen spyr eisini landsstýrismannin, hvørjir fyrimunir eru fyri vanliga brúkaran, at ein partur av virkseminum hjá SEV verður privatiseraður til ein útlendskan íleggjara.
Løgtingið skal atvkøða um hesin fyrispurningur skal svarast. Eisini skal løgtingið taka støðu til, um Jørgen Niclasen skal svara fyrispurnigini frá Kristiannu Winther Poulsen um, hvørjar fíggjarligar avleiðingar fær tað fyri landskassan at antin lækka ella taka burtur MVG á matvørum. Hon spyr eisini, hvørja ávirkan landsstýrismaðurin metir, at tað fær á keypiorkuna hjá fólki og fyri livikostnaðin at lækka ella at taka burtur MVG á matvørum. Eisini spyr hon, um landsstýrismaðurin hevur umhugsað at brúka MVG-takstir til at gera gerandismatvørur og/ella heilsugóðar matvørur minni kostnaðarmiklar. Fjórði spyrningurin frá Kristiannu Winther Poulsen er, um landsstýrismaðurin metir, at MVG kann brúkast fyri at fáa fólk til at eta heilsubetri kost.
Skráin fyri tingfundin í dag sær soleiðis út:
Mikudagur, 22. Oktober 2014, kl. 11:00
1. Atkvøðugreiðsla nr. 16/2014: Eigaraskapur av vindmylluparkini í Húsahaga
2. Atkvøðugreiðsla nr. 17
2014: Lækking ella burturtøka av mvg á matvørum
3. Ófráboðaðir fyrispurningar
4. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 20/2014: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2014 Málið verður beint í Fíggjarnevndina
5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 21/2014: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2014-2 Málið verður beint í Fíggjarnevndina
6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 22/2014: Uppskot til samtyktar um at stimbra málsliga samleikan hjá børnum í Føroyum Málið verður beint í Mentanarnevndina