Vindskaðar á Flogvøllinum

Í hvirlunum var vindmegin upp í 49 m/s, og tað merktiskt á Flogvøllinum, har skaði stóðst av

Í tíðindaskrivi, sum leiðslan fyri flogvøllin hevur lagt á heimasíðuna, verður sagt, at harðasta hvirlan kom klokkan 9.50, og at hendan gjørdi nakað av skaða.

Fólk vórðu tikin av fótum, og ein arbeiðsbilur, sum stóð inni á sjálvum flogvøllinum, varð tikin av vndinum. Eisini fóru onkur vindeygu, eins og portrini til bilhúsini vórðu trýst inn. Hesi eru annars gjørd til at tola 60 m/s.

Tvey flogfør stóðu á forplássinum. Hóast nógv stóð á, so kláraðu tey vindin.