Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan tríggjar fráboðanir um vindskaða í Suðuroy. Í Hvalba varð eitt tak loysnað og ein neystahurð farin í vindinum.
Ferðslupatruljan hjá politinum tók í gjár ein bilførara, sum varð máldur at koyra 96 km um tíman millum Fjarða, sum umframt eina bót gevur honum klipp í koyrikortið.
Annars hevur verið hált kring alt landið, verður sagt av politistøðini. Okkurt minni óhapp hevur verið í ferðsluni. Norðanfyri fór ein bilur á glið og endaði í autoverjuni.
Á Sandavágshálsi var sum á kalvabaki í nátt, og tað elvdi til trupulleikar mitt í nátt, tá eitt seinkað flogfar hjá Atlantsflog lendi í Vágum, og ferðslan skuldi av oynni. Vaktleiðarin sigur, at har koyrir ferðslan sum vanligt í morgun.
Eisini um Gøtueiði var sera hált, og tað elvdi til trupulleikar, tá ein trailari skuldi um eiðið. Hann kláraði ikki niðan, og mátti bakka omanaftur.










