Veðrið ídag
Hann minkar vindin til 5 til 10 m/s av vestri. Skiftandi skýloft við ælaveðri. Hitin um 6 stig. Um náttina veksur hann vindin nakað til 13 til 18 m/s. Tað verður yvirskýggjað við regni av og á, og hitin fer upp í 10 stig!
Veðrið tollaksmessudag
Útsynningur, 13 til 18 m/s, og yvirskýggjað við regnælingi. Seinnapartin minkar hann vindin til 10 til 15 m/s av útsynningi og vestri. Hann klárar í, kortini við ælaveðri. Hitin um 8 stig.
Veðrið um jólahøgtíðina
Hann veksur vindin av útsynningi, 13 til 18 m/s og ælaveður, men seinnapartin jólaaftan verður yvirskýggjað við regni. Jóladag snarar hann í ein vestan og hann minkar vindin nakað, 8 til 13 m/s. Hann klárar í, men kortini verður ælaveður. Hitin verður millum 5 og 8 stig.