Vindurin og regnið halda á

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar eina vindharða og váta viku

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar eina vindharða og váta viku. Til og við mikudagin kunnu vit vænta hvassan vind av útsynningi, men hósdagin fer hann norður um, og tá fáa vit hvassan vind av norði. Fríggjadagin verður væntandi upp í skrið av landnyrðingi.

 

Tað verður ælingur allar dagarnar, fríggjadagin partvís kavi. 

 

Hitin verður fallandi alla vikuna. Mánadagin verður millum fýra og sjey stig, men so fellur hitin dag og um dag og hósdagin og fríggjadagin verður hitin millum frostmarkið og fýra hitastig.

 

Veðrið mánadagin

Strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi og yvirhøvur turt, men um kvøldið møguliga regn. Hitin millum fýra og sjey stig.

 

Veðrið týsdagin

Stívt andøvsgul up í hvassan vind av útsynningi og stundum regn. Hitin millum trý og seks stig.

 

Veðrið mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og ælingur. Hitin millum tvey og fimm stig.

 

Veðrið hósdagin og fríggjadagin

Hósdagin upp í hvassan vind av norði, fríggjadagin upp í skrið av landnyrðingi. Ælingur, partvís kavi og hitalagið millum 0 og fýra stig.