Klaksvíkar Sjónleikarfelag ger nú klárt til at fara út at ferðast við sjónleikinum "Vinkonur", sum felagið frumframførdi í Klaksvík fyri páskir, og byrjað verður við at spæla leikin í Sjónleikarhúsinum í Havn, komandi vikuskifti.
"Vinkonur", er enskur nútíðarleikur um tríggjar kvinnur miðskeiðis í 30´unum, sum hittast aftur, eftir ikki at hava sæð hvørja aðra í nógv ár.
Ymiskt er hvussu tær minnast barndómin og vinarlagið frá fyrr og sum kvøldið líður kemur okkurt undan kavi, sum kanska betur ongantíð hevði sæð dagsins ljós.
Viðkomandi leikur
Leikurin um vinkonurnar er ein sera viðkomandi leikur. Hann er stuttligur, men eisini spennandi og dramatiskur. Hetta er ein leikur, har vit kenna okkum aftur bæði við látri, tárum og undran.
Enski rithøvundurin Tamsin Oglesby hevur skrivað leikin, sum Andreas Justesen og Birita Mohr hava umsett. Birita Mohr hevur eisini leikstjórnað leikin, og Edward Fuglø hevur gjørt pallmyndina.
Tað eru tær tríggjar Jacobina Heinesen, Eyð Matras og Jakobina Joensen, sum seta lív í tær tríggjar vinkonurnar í leikinum, sum varðar í góðan hálvan annan tíma.
Væntandi eisini í Suðuroy
Tvær sýningar verða í Havn hetta vikuskiftið, tann fyrra leygardagin klokkan 20.00 og tann seinna sunnudagin klokkan 17.00.
Og tey, sum ætla sær at síggja leikin um Vinkonurnar og sum vilja verða í góðari tíð, kunna ogna sær atgongumerki í Kunningarstovuni í Havn.
Umframt at sýna leikin í Havn hetta vikuskiftið, er ætlanin eisini millum annað at fara til Suðuroyar við leikinum, um nóg nógvur áhugi verður fyri tí.