Vinn pening við at lesa lýsingar

Hetta er eingin skemtisøga. Á Internetinum ber til at fáa 10 oyru fyri at hyggja at einari lýsing.

Tá ein fær pening fyri at taka ímóti nøkrum, tá má okkurt vera galið. Men hetta er júst tað, ið hendir á web staðinum www. reklame.dk.

Her hevur ein lítil donsk fyrtøka gjørt eina heimasíðu, sum rindar pening til fólk, ið vilja hyggja at lýsingum!

Lýsingarnar liggja ikki á heimasíðuni. Men har meldar ein til eina skipan, so ein fær sendan e-mail við ymiskum lýsingum.

Fyri hvørja lýsing fær ein 10 oyru. Peningurin verður so tvær ferðir um árið settur inn á konto hjá einum. Og ikki er veruliga neyðugt at hyggja at lýsingunum; tað er í hvussu er ógjørligt hjá nøkrum at eftirkanna, um ein ger tað. Men hetta er kortini ikki nakað, ein gerst ríkur av. Tað ber bert til at gera eina bílegging fyri hvønn persón, og bert tríggjar fyri hvørt húsarhald. Einar tveyhundrað krónur kann tað kanska gerast til um árið.

Dýrar lýsingar

Orsøkin til stigið er ógvuliga hugmyndaligt. Lýsingar eru dýrar, fleiri at teimum lesa vit als ikki, og lýsingar kosta nógv pappír, nógv pappír. Men tá tað eisini kostar pening at taka ímóti e-mail, endurrinda fyritøkurnar fyri trupulleikan við 10 oyrum fyri hvørja lýsing.

Tá ein meldar seg til, skal ein samstundis velja, hvørjar lýsingar ein fegin vil móttaka. Til dømis lýsingar fyri ferðir, klæðir ella teldur. Fram móti frítíðini kann tað vera snilt at melda seg til lýsingar fyri ferðir, og á tann hátt fáa hópin av upplýsingum um ferðir og prísir á tann hátt.