Vinn pláss hjá Herfølge

Komandi fýra vikurnar ber til at vinna sær pláss á oddaliðnum í donsku superliguni

Danska Tipstænastan hevur nú gjørt av, at komandi fýra vikurnar verður lutakast millum tey, sum tippa í sonevnda Tips 12.

Tips 12 fevnir um dystirnar í donsku kappingini, og fyri at gera vart við spælið, nú danska kappingin byrjar aftur um vikuskiftið, hevur Tipstænastan tikið hetta stigið.


Viku sáttmálar

Millum allar røðirnar, sum vinna nakað sum helst komandi vikurnar, verður lutur kastaður um 10 eykavinningar, sum eru ein vikulangur sáttmáli við oddaliðið í Superliguni.

Venjarin, Joh Faxe Jensen, hevur lovað at taka væl móti nýggju leikarunum, og sleppa teir sostatt at venja og ferðast saman við liðnum.

Faxe vil tó ikki siga nakað um, hvørt nýggju leikararnir fáa møguleika at royna seg í dysti.

Vinnararnir av lutakastinum hava eisini møguleika fyri at býta sáttmálan um við 25.000 kr.