Hvussu er at vera við í oddaliðnum í føroyskum fótbólti?
Tað er ógvuliga stuttligt, samstundis sum tað er avbjóðandi og læruríkt
Er tað størri at vinna FM heldur enn steypakappingina?
Ja, tað vil eg siga. FM er nakað man stríðist fyri alt kappingarárið, og tað minnir meira um eitt maraton, har tað hinvegin er ein lutfalsliga stuttur vegur til eina gull medalju i steypakappingini. Tó skal sigast, at tað er eisini ógvuliga stuttligt og gevandi at vinna steypakappingina.
Er tað nakar munur at spæla á ymsum liðum í Føroyum?
Ja, einki lið er heilt eins - man kann nevna ymiskleikar tá tað ræður um til dømis spælistil, leikaratilfeingi, venjingarhættir, samanhald í hópinum og so framvegis.
Hvar dámar tær best at spæla?
Mær dámar allarbest at spæla onkrastaðni fra miðjuni og frameftir á vøllinum. Akkurá hvar tað er, bilar ikki so nógv.
Verður EB/Streymur Føroyameistari?
Eg vóni sjálvandi, at tað eydnast okkum at vinna FM. Felagið og øll rundan um hava veruliga uppiborið eitt tílikt upplivilsi. Nú ræður um at standa saman, og gera øll sítt arbeiði til fulnar, so vænti eg, at tað verður nóg mikið.
Hvat heldur tú um føroyskan ítróttarjournalistikk?
Tað eru nógv góð ting innan ítróttarjournalistik i Føroyum - lutfalsliga nógv verður gjørt burturúr. Hóast hetta kundi man kanska freistast at ynskja sær, at meira bleiv gjørt burturúr, at til dømis geva tí lesandi/hyggjandi eina djúpri analysu av ítróttartiltakinum, og annars fleiri greinar og sendingar, ið geva størri innlit til itróttarfókini.
Hvat gert tú umframt at spæla fótbólt?
Eg lesi til journalist a University of Portsmouth i Onglandi.
Hví eitur tú Hanssen við tveimum s?
Navnið stavar fra abba mínum, og kemur upprunaliga úr Norra.
Hevur tú búð aðrastaðni enn í Føroyum?
Ja, eg havi búð í USA, Rumenia og Zambia, umframt at eg, konan og dóttir okkara nú búgva í Onglandi.
Eitt er mál á vøllinum, men hvørji onnur mál enn føroyskt tosar tú?
Enkst, og so klári eg meg a rumenskum og donskum.
Hvat er tað besta, tú fært at eta?
Allur føroyskur matur. Serliga tann, ið verforeldrini borðreiða við er serstakliga góður.
Dugir tú at matgera?
Mær dámar væl at biksa okkurt saman inn í millum, men tað er alt ov sjáldan, at tað kemur so langt.
Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
Tendri eg sjonvarpið er tað antin at síggja fótbólt ella onkra sending, ið allarhelst verður sýnd i DR ella SVF.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Í seinastuni havi eg lurtað nógv eftir Michael Kiwanuka, The Tallest Man on Earth, Mads Bjørn, og Frank Ocean.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Í løtuni liggja tær báðar The Believing Brain hjá Michael Shermer, og Vidunderlige Uger, ein bók um sálarligu menningina hja smábørnum.