- Kjakið hava vit sett á skránna fyri at fáa sett orð á nøkur av teimum viðurskiftum, sum vit meta eru ein trupulleiki í samfelagnum, sum vit virka í, og sum forða fyri menning av føroyska samfelagnum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
1. oktobur verður tann afturvendandi Vinnudagurin, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri.
Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har fyrilestrar og kjak verður á skránni.
Fyrilestrahaldarar verða Guðrið Weihe, ráðgevi innan alment-privat samstarv hjá COWI, Jørgen M. Clausen, nevndarformaður í Danfoss og Jamie Andrew, fjallaklintrari við ein serligari søgu.
Hetta er fyrsta árið, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett kjak á skránni, og høvuðsevni verður støðan hjá vinnuni í føroyska samfelagnum.