Sum vera man, so var fagnaðurin á Bermuda-liðnum øgiligur, tá sigurin á favorittunum úr Føroyum var veruleiki.
Eftir dystin skiftu vit orð við liðskiparan á liðnum, Mark Coy, og hóast fegin, so hevði hann samstundis bara rósur at bera føroyska liðnum.
- Føroyska liðið er ótrúliga sterkt. Tað vistu vit frammanundan, og vit vistu, at hetta fór at verða ein trupul uppgáva.
Heima í Føroyum mundu tey flestu rokna við, at okkara lið skuldi vinna seg beina leið í finaluna. Hvussu mettu tit um tykkara møguleikar undan dystinum?
- Vit vistu, at vit vóru í topp-trý av liðunum. Vit hava arbeitt hart síðani seinastu leikir, og vit høvdu vónað, at vit eisini kundu basa Saaremaa í bólkaspælinum. Tað gekk ikki, men tíbetur eydnaðist so kortini at vinna á Føroyum í dag. Men tað var sera hart, skal eg leggja afturat.
Tað tóktist eisini, sum tit hugsaðu meira um spælið enn um dómaran. Kendu tit á tykkum, at hetta frustreraði føroyska spælið.
- Sjálvandi roynir tú at siga okkurt við netið, men tað er ikki nakað, sum generar okkum. Mistøk og rok er nakað, sum vit eru vanir við heima á Bermuda, so tað var ikki nakað, sum nervaði yvirhøvur, segði Mark Coy, áðrenn vit at enda ynsktu honum og liðnum tillukku við sigrinum.