Rithøvundafelagið og Norðurlandahúsið hava saman við Námi skipað fyri skrivikapping fyri næmingum í 9. flokkunum kring landið.
Kappingin byrjaði við einum íbirtaraskeiði í Norðurlandahúsinum, har fimm rithøvundar undirvístu teimum 77 næmingunum, sum komnir vóru á skeiðið.
Næmingarnir kundu sjálvi velja, hvat tekstaslag tey valdu at skriva, tað kundu vera yrkingar, stuttsøgur, yrkistekstir ella annað, einasta treyt var, at heitið »Gluggi« á ein ella annan hátt var umboðað í tekstunum.
Tríggir teir bestu rithøvundarnir vinna eitt skeið á norðurlendskum rithøvundaskúla í Svøríki frá 3. til 9. august. Nummar fýra og fimm fáa eitt árslimaskap í Bókadeildini. Umframt hetta eru 10 tekstir valdar til at koma við í ein bókling, sum skal brúkast í undirvísingini í føroyskum í framhaldsdeild fólkaskúlans.
Í dómsnevndini vóru Sámal Soll fyri Rithøvundafelagið, Anja Pálsdóttir fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags og Rannveig Hovgaard fyri Móðurmálslærarafelagið umframt Solveig Debess fyri Nám, sum ikki hevði atkvøðurætt. Dómsnevndin kendi ikki nøvnini á rithøvundunum, áðrenn dømt varð.
21 tekstir komu inn til kappingina. Dómsnevndin hevur valt at leggja dent á, at rithøvundarnir hava verið trúgvir mótvegis treytini um, at heitið »Gluggi« skal verða umboðað í tekstunum. Eisini hava teir lagt dent á, at næmingarnir hava hildið seg til tað tekstaslagið, tey hava valt.
Dómsnevndin metir, at nógv djørv ung fólk eru í Føroyum, sum duga væl at skriva, og tey fegnast um, at fleiri ymisk tekstasløg vóru umboðað. Tey undrast tó eitt sindur á, at bara gentur hava latið sítt íkast til kappingina, ongin drongur tekur lut.
Vinnararnir verða avdúkaðir í Norðurlandahúsinum hin 5. apríl, og tá er eisini útgávudagur fyri bóklinginum, sum Ole Wich myndprýðir og ger lay out til.