Vinnuálitið komið undir land

Sokallaða Caragata-álitið, ið viðgerð hvussu búskaparliga umhvørvið í Føroyum kann elva til íløgur, er nú liðugt. Tað verður lagt fram fyri almenninginum á Hotel Føroyum týsdagin

Landsstýrismaðurin í vinnumálum bað fyri tíð síðani McCallum Diagnostics á Ný Sælandi kanna, hvussu búskaparliga umhvørvið í Føroyum kann elva til íløgur. Kanningin er nú komin undir land, og verður hon almannakunngjørd á Hotel Føroyum týsmorgunin.

Frággreiðingin viðgerð, hvussu tað búskaparliga og handilsliga umhvørvið í Føroyum kann elva til Føroyskar og útlendskar íløgur, og eisini hvussu inntøkuskapan kann nøkta tann fíggjartørv, ið væntandi verður, um danskar peningaveitingar til Føroya minka. Kanningin er framhald av vinnupolitikkinum, sum varð lagdur fyri løgtingið í vár.


Kendir búskaparfrøðingar

Búskaparfrøðingarnir, ið hava staðið fyri at gera kanningina, eru høgt mettir búskaparfrøðingar úr Ný Sælandi og USA. Millum teirra er Gerald Scully, professari á University if Texas. Hesin er nevndur í »Who?s Who« innan búskaparfrøði, tí hann er ein av búskaparfrøðingunum í heiminum, ið verður oftast endurgivin.

Framløgan á Hotel Føroyum týsdagin hevur tríggjar tættir, og eru teir: »Ávaringartekin í búskapinum«, »Avmarkingar mótvegis íløgum í Føroyum« og »Tilmæli til at náa endamálinum við vinnupolitikkinum«.

Tað vera teir tríggir kendu serfrøðingarnir Dr. Patric Caragata, forstjóri í McCallum Pettersom Financial Diagnostics Ltd á Ný Sælandi, Dr. Adolf Stroombergen, forstjóri í Infometrics Consulting á Ný Sælandi og Gerald Scully, professari á University of Texas.