Løgtingsval
?Vit skulu føra politikk á tryggan grundarlagið. Soleiðis ljóðaði fyrstu orðini frá Anfinni Kallsberg, løgmaður og formaður í Fólkaflokkinum, tá Fólkaflokkurin hósmorgunin opnaði upp fyri valskránna til løgtingsvalið, sum flestum kunnugt verður 30. apríl.
Fólkaflokkurin hevur sett saman ein val skrídda valskrá til løgtingsvalið, sum hevur fingið herrópið Treysti, trygd og trivni. Á tíðindafundinum vóru flestu løgtings- og landsstýrismenn Fólkafloksins, og hýrurin var rættiliga góður.
Í valskránna verður raðfest ovarliga á nógvum økjum. Vinnan, mentanin, almenna- og heilsuøki og fleiri enn skulu øll rokna við at verða raðfest ovarliga, um Fólkaflokkurin verður sitandi við ræðið komandi fýra árini.
Fólkaflokkurin er kendur fyri sín vinnulívspolitikk, og hetta veðrur eisini raðfest ógvuliga ovarliga.
?Vit skulu hava eina góða og sjálvberandi vinnu, tí vinnulívið er grundarlagið undir samfelagnum, varð sagt á tíðindafundinum.
Lagt varð upp til, at meira skal verað gjørt við at lurta eftir vinnuni sjálvari, tí tað er vinnan sjálv, ið kennir egnan tørv og førleika. Eisini skattaviðurskiftini skulu betrast. Tann einstaki borgarin skal merkja betri sømdir og lægri skattatrýst.
Nógv varð gjørt burturúr at tosa um seinastu fýra, ið Fólkaflokkurin heldur hava verið ógvuliga gevandi fyri føroyska búskapin og føroyska samfelagið.
Sjálvstýri útsett
?Vit halda fram á somu leið, segði Anfinn Kallsberg, tá vit spurdu hann eftir, hvat Fólkaflokkurin ynskti á sjálvsstýrisleið, tá hetta ikki fær so nógva umrøðu í valskrá floksins.
Í Føroyum skulu føroyingar ráða, ljóðar tað í einum av herrópum Fólkafloksins, men annars var ikki nógv nýtt undir sólini, sum tikið varð til. Fólkaflokkurin heldur seg til gjørdar avtalur, og arbeitt verður framímóti sjálvsstýri eftir gjørdum avtalum.
?Spurningurin um endaligt loysing ella samband er útsettur tey næstu fýra árini, sigur Anfinn Kallsberg, sum heldur Fólkaflokkin hava nógvar samgongumøguleikar at velja ímillum eftir valið.
Vegna ov stutt skotbrá, varð tað ikki møguligt at fáa alt við frá tíðindafundinum, men meira verður at lesa í morgin.