Eyðun Andreasen er tilnevndur formaður í Granskingarráði Føroya. Hesa avgerð tók landsstýrismaðurin í mentamálum, 4. apríl.
Eyðun, sum er 57 ára gamal og útbúgvin mag. art í fólkminnisfrøði, starvast sum professari við Fróðskaparsetur Føroya.
Í tíðindaskrivi, sigur Mentamálastýrið, at Eyðun hevur eina sera umfatandi vitan um føroyska mentan, mentanarlív og gransking yvirhøvur.
Eyðun hevur verið formaður í Granskingarráði Føroya í tvey ár.
Ráðgevandi
Uppgávan hjá Granskingarráðnum, sum er sjálvstøðugt ráð undir Mentamálastýrinum, er eitt nú at ráðgeva landsstýri og løgtingi í granskingarpolitiskum spurningum, fylgja við menningini innan føroyska og millumtjóða gransking og ráðgeva í spurningum um, hvussu gransking kann gerast gagnlig fyri samfelagið, bæði á almenna og privata økinum. Ráðið skal eisini viðgera umsóknir um granskingarstuðul og geva landsstýrinum tilmæli um, hvørjum granskingarstuðul eigur at verða latin av tí peningi, sum settur er av á fíggjarlógini til endamálið.
Mentamálastýrið fegnast um stóra áhugan at søkja um granskingarstuðul, og fegnast verður eisini um, at vinnulívið søkir um stuðul haðani.
- Eitt tað fyrsta, sum Eyðun Andreasen fer undir sum formaður í ráðnum, er at seta stjóra í Granskingargrunnin. Níggju umsóknir eru til stjórastarvið, sigur Mentamálastýrið í tíðindaskrivinum.