Vinnulívið við í Ung í arbeiði

Seinastu mongu árini hava flestu kommunur í landinum skipað fyri Ung í arbeiði, ið er eitt átak, ið gevur ungum møguleikan at vinna pening við at arbeiða í nakrar vikur um summarið fyri teirra kommunu.


Higartil hevur talan í høvuðsheitum verið um ymiskt praktiskt arbeiði fyri kommunurnar, men í Klaksvíkar kommunu ganga tey nú nýggjar leiðir. Á heimasíðuni hjá kommununi verður upplýst, at tað á aðalfundi hjá Klaksvíkar vinnulívsráði í farnu viku bleiv kunngjørt, at Ung í arbeiði komandi summar eisini fer at fevna um arbeiðspláss hjá privatum fyritøkum.


- Fyri at seta ungu arbeiðstakararnar í tey størvini, sum hóska seg best til júst teirra dygdir og áhugamál, skulu allir umsøkjarar til samrøðu áðrenn setan, har spurt verður til áhugamál og møguligar royndir. Við hesum kunnu arbeiðstakarar og -gevarar parast so væl sum gjørligt, til frama fyri upplivingina hjá báðum pørtum, skrivar kommunan á heimasíðuni klaksvik.fo.


Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini hjá Klaksvíkar kommunu, sigur við heimasíðuni hjá kommununi, at hann fegnast um verkætlanina, ið nú eisini gevur teimum ungu møguleikan at sleppa framat privata vinnulívinum á staðnum.


- Vinnulívið í Klaksvík og øllum Norðurøkinum er sum flestum kunnugt av sterkasta slag, og tað at arbeiða hart fyri at menna okkara fyritøkur er onkursvegna inngrógvið í okkara samleika. Tí hevur tað eisini stóran týdning, at vit geva yngru ættarliðunum møguleika fyri at sleppa framat og harvið læra meira um týdningin av at arbeiða og eisini, hvønn leiklut tey ymisku arbeiðsplássini og størvini hava fyri samfelagið sum heild, sigur Tummas Lervig við heimasíðuna klaksvik.fo.