Vinnulív á boriskeiði

Í gjár høvdu 40 limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag møguleikan at kunna seg til botns við alt, sum hevur við eina oljuboriverkætlan at gera.

Tíðliga gjáramorgunin fóru 40 føroyingar, umboð fyri feløg og vinnufyritøkur og øll limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, á eitt heldur óvanligt skeið á Hotel Føroyar. Talan er um boriskeið, sum FAG skipar fyri saman við fleiri útlendskum olju- og borifeløgum.

Jan Mortensen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at áhugin fyri at vera við á skeiðnum hevur verið sera stórur. Ætlanin var bert at hava 30 luttakarar men hevur tað eydnast at taka 40 við. Kortini eru tað fleiri, sum pláss ikki var fyri.

Talan er um at lýsa eina oljuboring við Føroyar. Hvussu hon verður fyrireikað og fullførd og síðani alt tað virksemi, sum er kring eina slíka stóra og fyri føroyingar heilt óvanliga verkætlan.

-Vit fingu hugskotið til eitt slíkt skeið, tá vit vóru á oljumessuna í Aberdeen herfyri. Tá vórðu vit kunnað av umboðum fyri Amerada Hess, hvussu ein boriverkætlan sær út. Vit hildu tað vera áhugavert at gera meira burtur úr og fáa fleiri av okkara limum í Føroyum við sigur Jan Mortensen, sum er fegin um, at tað hevur eydnast at fáa samstarv við Amerada Hess, Dong, Norsk Hydro og Lasmo, sum nú hava sent ikki færri enn 12 fólk til Føroya at standa fyri skeiðinum. Haraftrat er eitt umboð fyri stóra boripallfelagið Transocean.

Jan Mortensen sigur, at ein oljuboriverkætlan er so mikið serstøka og so umfatandi, at tað rætt longu nú at kunna føroyskar fyritøkum oo. um, hvat krevst til eina slíka ætlan av bæði vørum og tænastum.

Mett verður at tað kostar ikki minni enn 150 mill. kr. bara at gera eina boring við Føroyar. Vestan fyri Hetland eru boraðir meira enn 130 brunnar seinastu 20-25 árini.

Oljusamtakið Faroes Partnership, sum tey fýra oljufeløgini eru við í, ætlar sær av vera við í fyrstu útbjóðingini við Føroyar og er hetta ein av orsøkunum til, at samtakið leggur so stóra orku í at kunna føroyingar um oljuvinnuna. Samtakið hevur føroyskan umboðsmann. Tað er Johan Mortensen.