Samgongumeirilutin hevði gjørt semju
Undir viðgerðini í Vinnunevndini um fiskidagar, hevði samgongumeirilutin: eg sjálvur, Heðin Zakariassen, Bjarni Djurholm og Mikkjal Sørensen, saman við formanninum í nevndini, Katrini Dahl Jacobsen, gjørt avtalu um og skriva undir álit, sum legði upp til at skipa fiskiskapin hjá stóru lemmatrolarunum undir fiskidagaskipanini, at skerja fiskidagatalið hjá partrolarum og línubátum við 3 prosentum, umframt at taka 4000 dagar út úr skipanini í bólki 5.
Við aðru viðgerð varð álitið hjá meirilutanum samtykt. Uppskotini frá Tjóðveldi og Miðflokkinum um ógvusligar skerjingar í fiskidøgum vórðu samstundis feld.
Formaðurin í mentunarnevndini gjørdi bart
Við triðju viðgerð gjørdi “sambands- og samgongumaðurin” formaðurin í mentunarnevndini, Magni Laksafoss kortini bart. Saman við samgongumonnunum, John Johannesen, Hans Paula Strøm og Edmundi Joensen, stórum parti av Tjóðveldi og Miðflokkinum, legði formaður mentunarnevndarinnar broytingaruppskot fram, sum legði upp til nógv størri skerjingar í fiskidagatali enn framlagda meirilutaálitið.
Vinnunevndarformaðurin atkvøddi fyri broytingaruppskotinum
Hóast vinnunevndarformaðurin undir orðaskiftinum við triðju viðgerð vissaði sínar samstarvspartar um, at hon fór at halda fast við ta semju, hon hevði gjørt í nevndini, so leyp hon frá kortni. Tá atkvøðast skuldi, atkvøddi vinnunevndarformaðurin fyri broytingaruppskotinum frá formanninum í mentunarnevndini.
Hugsi at hetta man verða fyrstu ferð í føroyskari fiskivinnusøgu, at slíkur glantrileikur hevur tikið seg upp í samband við viðgerðina av fiskidøgum á Løgtingi.
Ilt at meta um samstarvsevnini frameftir
Fleiri stórmál eru framvegis óloyst, sum samgongan hevur sett sær fyri at loysa. Onkur av hesum málum skulu viðgerast í vinnunevndini. Andstøðan hevur somuleiðis stórmál liggjandi í nevndini, sum skulu viðgerðast.
Spurningurin er bara, hvussu tað man fara at gangast samgongumeirilutanum at samstarva í nevndini frameftir, nú vit í stórmáli hava upplivað ein nevndarformann, sum tosar í eyst og handlar í vest.
Livst so spyrst!