Í Danmark hevur Vinstri nú gjørt av at rinda tað, sum tað kostaði ríkiskassanum at leiga ein roykikliva til Lars Løkke Rasmussen tað tíðarskeiðið, har var forsætisráðharri.
Vinstri sigur í tíðindaskrivi í dag, at flokkurin hevur valt at rinda leiguna fyri at sleppa undan, at fólk hoyra meiri um hetta málið enn politikkin hjá flokkinum. Sosialdemokratarnir høvdu annað biðið Vinstra senda Lars Løkke Rasmussen rokningina vísandi til, at ein partur av pengunum í kassanum hjá Vinstra er frá skattaborgarunum sum amennur stuðul. Men hesum sjónarmiði hevur Vinstri ikki lurtað eftir.
Úr forsætismálaráðnum hevur Vinstri fingið at vita, at tað kostaði 110.600 krónur at leiga roykiklivan. Ekstrablaðið hevur fyrr skrivað, at rokningin var upp á 154.000 krónur.