Á middegi í dag bjóða føroyski Sambandsflokkurin og danski Vinstri til tíðindafund á Gamla Apoteki í Havn. Í innbjóðingini, sum er send frá Sambandsflokkinum, verður víst til góða samstarvið, sum Vinstri og Sambandsflokkurin altíð hava havt.
Í valstríðnum til seinasta fólkatingval sendi Vinstri sjálvan forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, til Føroya í valstríðnum, har hann á fundi hjá Sambandsflokkinum í hølunum hjá Østrøm segði, at hann fegin vildi halda fram sum forsætisráðharri eftir valið.
– Tí dámar mær best, at fólk velja flokkar, sum vilja, at eg skal halda fram sum forsætisráðharri, sum hann málbar seg á fundinum, har fjølmiðlarnir eisini vóru bodnir við.
Lars Løkke Rasmussen er ikki longur forsætisráðharri, og hann er hvørki formaður ella limur í Vinstra longur. Nú hevur hann sín egna flokk. Men Lars Løkke Rasmussen kennir nógv til føroysk viðurskifti, tí hann er sum kunnugt giftur við føroyskari konu, Sólrun Løkke Rasmussenm, sum er dóttir Bergljót av Skarði og Jákup Petersen.
Vinstri situr ikki longur í stjórn í Danmark, men flokkurin hevur kortini sent formannin í tingbólkinum, Thomas Danielsen til Føroya – og hann kennir eisini væl til føroysk viðurskifti, tí hann hevur føroyska mammu, Martina Nolsøe Danielsen, sum er dóttir Hallgerð og Knút Nolsøe, sum var kendur frá Skipafelagnum, sum prísansari, úr Havbúnaðarfelagnum og ikki minst sum stríðsmaðurin fyri at útvega føroyingum rættin til krígspensjón.
Í morgun hevur Thomas Danielsen fund við Sambandsflokkin »um stór og týdningarmikil mál fyri Føroyar«, sum flokkurin skrivar í innbjóðingini til tíðindafundin, har »formennirnir báðir at greiða frá hesum ætlanum«.
Veljarakanningarnar í Danmark vísa allar, at sera javnt er millum bláa vong og reyða vong – har tað hellir meira til reyða vong í fleiri kanninginum. Í summum fær Løkke leiklutin sum tungan á vágskálini, og í øðrum førum eru tað umboðini í Føroyum og Grønlandi.
Eingin ivi er um, at tað vera tvey reyð umboð úr Grønlandi, tí har er eingin borgarligur flokkur nóg stórur at vinna á IA og Siumut, sum báðir vanliga liggja um 30 prosent hvør.
Tí er størri spenningur í Føroyum, um tað eydnast at vinna eitt ella tvey umboð, sum stuðla annaðhvørt Jakob Ellemann-Jensen ella Søren Pape Poulsen at gerast forsætisráðharri.
Seinast fólkatingsvalið í Føroyum hevði ávirkan á stjórnina í Danmark var í 1998, tá Javnaðarflokkurin vann ummboðið frá Sambandsflokkinum. Harvið fekk Poul Nyrup Rasmussen bara 89 atkvøður ímóti sær og kundi halda fram sum forsætisráðharri. Um Edmund Joensen varð valdur í staðin fyri Jóannes Eidesgaard, so fall stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen, tí so vóru 90 atkvøður ímóti stjórinini.
Tí er endmálið við vitjani hjá Thomas Danielsen í Føroyum í dag líka greitt, sum hjá Løkke í mai í 2019, at fáa føroyingar at velja eitt sambandsumboð á Fólkating at peika á Jakob Ellemann-Jensen sum forsætisráðharra.