– Um onkur skuldi hildið, at vit ætla at skrúva frá tí heita vatninum og lata pengarnar fossa úr ríkiskassanum, so tekur hann dyggilig feil, sigur Henrik Sass Larsen, sum er næstformaður í danska Javnaðarflokkinum.
Danski Javnaðarflokkurin stendur til stóra framgongd, og nógvar tær seinastu veljarakanningarnar benda á, at Helle Thorning-Schmidt fer at spaka Lars Løkke Rasmussen og hansara fólk langt út úr øllum ráðharrastovunum á valinum, sum verður í seinasta lagi 17. november komandi.
– Tað eru bara tveir møguleikar. Annaðhvørt fáa vit sparkað gongd í privata vøksturin, ella mugu vit minka um tað almenna, sigur Ole Sohn, sum er formaður hjá SF á Fólkatingi.
Ole Sohn og Henrik Sass Larsen siga báðir við Jyllands-Posten, at stóra avbjóðingin verður, tá teir stóru árgangirnir skulu pensjónerast.
Seinasta veljarakanningin í Danmark vísir eitt tingmannabýti upp á 96-79 til Helle Thorning-Schmidt.