Ævintýraferðin spælir fyri seinastu ferð

Teir báðir Dánjal á Neystabø og Búi Dam, sum seinastu átta árini hava undirhildið við Ævintýraferðini, fara nú at takka fyri seg. Framførslurnar á Ólavsøku eru tær seinastu, sum teir báðir hava við Ævintýraferðini.

 

Í dag spældi Búi og Dánjal eina konsert í Miðlahúsinum, sum varð varpað út á Rás2.

 

Fleiri lurtarar hjá Rás2 komu oman í Miðlahúsið, har tað bar til at fáa fatur á einum atgongumerki – og tað fingu tey.

 

Seinastu konsertirnar hjá Ævintýraferðini verða 28. 29. Og 30 juli á Tjóðpallinum klokkan 16.00 og 18.00. 31. Juli verður tann seinasta konsertin klokkan 18.00.