Ævintýragransking í Avstralia

Ein heilt vanligur tími í skúlanum var byrjanin til eina ævintýrferð hinumegin heimin hjá 14 ára gamla Andrias Fredrikssen úr Vestmanna. Hann var nevniliga so heppin í fjør at vinna eina kapping fyri skúlabørn í øllum Danmark, sum Jyllandsposturin skipaði fyri, og hervið vann hann sær eitt pláss umborð á rannsóknarbátinum Vædderen, tá ið danska rannsóknarferðin Galathea 3 vendi nøsina móti Avstralia

- Eg havi nógv at takka mínum lærara fyri, sigur Andrias Fredrikssen eftir at hava hildið ein fínan fyrilestur fyri hugtiknum javngomlum skúlanæmingum í Norðurlandahúsinum um sína tíð umborð á danska vaktarskipinum Væddaranum á Galathea 3 rannsóknarferðini. Hetta sigur hann, tí at lærarin ein heilt vanligan tíma í Vestmanna skúla í fjør, hevði avgjørt, at nú skuldi flokkurin hjá Andrias royna at koma við á ferðina.
- Eg ánaði ikki, hvat Galathea var fyri nakað, so tá ið eg fekk ein teldupost, ið segði, at eg var komin við í finaluna um at sleppa við, var eg sera bilsin, sigur Andrias.
Finalan hjá Andrias, ið var í Føroyum í August í fjør, gekk so væl, at Andrias var valdur við, og so byrjaði ævintýraferðin.

Fantastiskur túrur
- Eg visti ikki ordiliga, um eg tímdi við. Men eg eri glaður fyri, at eg fór. Hetta var ordiliga spennandi, og vit
granskaðu millum annað í havbotninum, ozonlagnum og ymsum fiskasløgum, sigur Andrias.
Umframt Andrias og hini 6 donsku skúlabørnini, vóru ein ørgrynna av herfólki, miðlafólki og granskarum við á ferðini. Serliga minnist Andrias aftur á, tá hann fór út í gummibáti við kavarum hjá danska herinum.
- Vit sóu ein stóran finna koma ímóti okkum. Eg trúði tað var ein hávur, og var eitt sindur illa við. Men tað var ein ordiliga stórur fiskur. Hann var 2 metrar til longdar, og vigaði eini 2 tons. Danir vildu fegin hava við til Keypmannahavnar, men hann slapp tíanverri burtur frá okkum, greiðir Andrias frá og flennur.

Hitti systir Mary
Hóast ferðin var spennandi, so hevði Andrias ikki tonkt sær at verið granskari.
-Nei, tað eri eg alt ov ótolin til. Tað tekur eina evigheit frá, at man granskar til man finnur nakað úrslit. So tað er ikki nakað fyri meg, sigur Andrias avgjørdur.
Men fríløturnar tey høvdu í Avstralia var avgjørt nakað fyri Andrias. Millum annað vitjaðu tey ymsar djóragarðar, har tey sóu so forkunnug djór sum hávar og wombatar. Eisini hitti Andrias systir krúnprinsessu Mary.
-Eg minnist ikki ordilga hvussu hon eitur, men tað var stuttligt at síggja hana, sigur Andrias.

Avgjørt farið aftur
Nú ein tíð er liðin, síðani Andrias er komin aftur úr Avstralia, heldur hann avgjørt, at hetta er nakað fyri ungdóm úr Føroyum.
-Um eg slapp at velja, so hevði eg avgjørt farið við aftur. Ein lærur nógv, og tað er sera spennandi. Hóast man er langt burtur, og tað kann rulla illa, og at man leingist heim viðhvørt, so vildi eg ikki verið hetta fyri uttan. Hetta fari eg ongantíð at gloyma, sigur Andrias at enda.

Faktaboks:
Rannsóknarferðin hjá Andrias við Galathea 3 hevur søguligar røtur í teimum báðum undanfarnu Galathea rannsóknunum 1 og 2, ið ávikavíst vóru gjørdar í 1847 og 1950. Báðar tær fyrru rannsóknarferðirnar sigldu eisini runt jørðina og høvdu týdningarmikil rannsóknarúrslit heim aftur við sær.
Ætlanin við ferðini er at vekja áhuga millum ungdómin fyri gransking, og at fáa fleiri at starvast innan framtíðargransking, og menna áhugan fyri náttúruvísindini millum ungdómin. Rannsóknarferðin fer eisini at fáa til vega virðismikla vitan um náttúrufyribrigdi, altjóðagerðina og tað hátøkniliga samfelagið.

Kelda: www.mmr.fo