Virða vit nýggju psykiatrilógina?

Nú frættist, at Deild 1 á Psykiatriska Deplinum vegna sparingar letur aftur 1. oktober og árið út. Sama dag sum deildin letur aftur er gildiskoman fyri nýggju psykiatrilógini. Lógin skal millum annað: tryggja, at uppihaldið hjá sjúklingunum á sjúkrahúsi fer fram undir tíðarhóskandi umstøðum og kørmum, verður sagt í viðmerkingunum.

Letur deild 1 aftur er lítið samsvar millum orð og gerðir, eftir mínum tykki!

Tey sum verða innløgd á deild 1 kunnu til dømis vera:

Fólk, sum eru innløgd vegna sálarsjúku fyri fyrstu ferð

børn og ung sum hava tørv á innlegging – eftirsum eingin barnapsykiatrisk deild er

fólk, sum hava verið sera sjúk, og kanska verið á afturlatnari deild, men sum nú hava tað frægari, men ikki eru klár at verða útskrivað kortini

Yngri fólk við etingarólagi, sum til fyri fáum árum síðani oftani vórðu send til viðgerðar í Danmark

Fólk í øllum aldri við tunglyndi og svárari angist

 

Færri songarpláss

Tá deild 1 letur aftur, verða brádliga 14 seingjarpláss færri til sálarsjúk fólk. Á Psykiatriska Deplinum eru í dag 50 seingjarpláss. Av teimum eru 20 seingjarpláss, sum verða brúkt av liðugtviðgjørdum sjúklingum, sum bara bíða eftir einum bústaðartilboði í Nærverkinum. Nøkur teirra hava verið á deildunum síðani í 70-unum. Sostatt eru tað 30 songarpláss til viðgerð av sjúklingum, sum hava her og nú viðgerðartørv. At tað soleiðis verða skorin burtur 14 songarpláss vil siga, at songarplássini til fólk við aktuellum viðgerðartørvi verður skorið við við 50 prosentum. Tað fer at hava svárar avleiðingar fyri psykiatriskar sjúklingar, tað sum eftir er av árinum. Tað merkir, at bíðilistin til innlegging verður longri. Fólk verða helst útskrivað fyrr ynskiligt í summum førum, og tey sum verða innløgd verða verri fyri enn áður, tí rúm ikki er fyri teimum, tá tey hava tørvin. Tað merkir, at viðgerðartíðin verður enn longri.

 

Birta vón, hvør hjá øðrum

Tað sum kanska eisini eyðkennir deild 1 er, at sjúklingarnir hava fótað sær so mikið, at tey kunnu spegla sær og birta vón hvør hjá øðrum. Tosa verður við tey um útbúgving og arbeiðsmarkna og kanska funnið verður útav, hvussu tey kunnu koma til arbeiðis aftur. Nú deildin letur aftur, missa sjúklingarnir hendan møguleika. Tá tey eru innløgd á deild 1 fáa tey alla ta professionellu hjálpina tey hava tørv alt samdøgrið – fleiri teirra hava ikki orkuna til at taka av ambulantu viðgerðini. At vera á aðrari yvirfyltari deild á stovu saman við fleiri og nógvari órógv er ikki besta sálarbótin.

 

Eingin barna –og ungdómsdeild

Ein barna –og ungdómspsykiatrisk deild er ongantíð raðfest ovaliga politiskt, og tí hevur deild 1 vanliga verið deildin hjá børnum, ungum og teirra familjum, tá illast hevur viljað til. Nú er afturlatin deild ella ein deild, har fólk eru sera illa fyri sálarliga einasti møguleikin. Ein alt annað enn ynskilig støða fyri barnið, hin unga og familjuna.

 

Vandi at missa starvið

Fleiri teirra, sum í dag verða innløgd á deild 1 hava ein arbeiðsgevara, men nú sjúkralegan kann gerast væl longri enn í dag, eru tey í størri vanda fyri at missa starvið. Ofta hava tey ikki orkuna til at varðveita sambandi við arbeiðsgevarní longu sjúkraleguni. Vandin fyri at missa starvið verður alsamt størri, jú longri tey eru sjúkrameldað. Missa tey starvið, kann sjúkralegan gerast enn longri og ein negativ ringrás er byrjað.

 

 

Starvsfólkini hava megnað nógv

Psykiatriski depilin hevur megnað nógv nýggj viðgerðartilboð, nógv nýggj átøk, umframt at útbúgva starvsfólkini væl, at rekruttera og fasthalda góðum starvsfólkum, hóast vónleysu karmarnar og lítla politiska raðfesting.

 

Ikki raðfestur

Mangt bendir á, at Psykiatriski Depilin hevur havt avbera lága politiska raðfesting øll árini. Fleiri prógv eru um hetta:

Verandi karmarnir hjá Psykiatriska Deplinum tala fyri seg. Fysisku karmarnir eru niðurslitnir og á allar hættir ótíðarhóskandi. Ofta eru fleiri sjúklingar á hvørjari stovu – hvør við sínum tørvi. Felags toilett og baðirúm er eisini gerandiskostur.

Ætlanir um at byggja nýggjan depil ella umvæla verandi depil er útsettar fleiri ferðir.

Á Psykiatriska Deplinum búgva framvegis fólk – nøkur teirra síðani í 70-unum – tí eingin hevur raðfest polititiskt, at byggja teimum eitt hóskandi heim. Tí tey búgva á Psykiatriska deplinum fáa tey einans lummapening og ikki fyritíðarpensjón, sum tey høvdu fingið, um tey høvdu havt eina varda íbúð ella búð í einum sambýli.

 

Nýggja psykiatrilógin

Fyrsti oktober er gildiskoman fyri nýggju psykiatrilógini. Viðmerkingarnar hjá Heilsumálaráðnum til hesa vóru millum annað:

“tryggja, at uppihaldið hjá sjúklingunum á sjúkrahúsi fer fram undir

tíðarhóskandi umstøðum og kørmum, so sum bygningar og høli, normering av seingjum og av

starvsfólki .................... at landsstýrið skal bjóða sjúklingunum, at uppihaldið á sjúkrahúsi fer fram undir tíðarhóskandi umstøðum, sum eru í samsvari við góðan psykiatriskan sjúkrahússtandard, við tí í hyggju at fyribyrgja og avmarka nýtsluna av tvingsli.” Sjálvan gildiskomudagin fyri nýggju psykiatrilógini 1. oktober, letur deild 1 aftur restina av árinum. Í hesum ljósi tykjast viðmerkingarnar margháttligar – fyri ikki at siga pínligar.

 

Framtíðin

Vóni, at bæði eykajáttanin til landssjúkrahúsið og komandi fíggjarlóg fara at bera brá av, at vit taka nýggju psykiatrilógina og viðmerkingarnar til hennara frá Heilsumálaráðnum í størsta álvara. Lat okkum veruliga tryggja – ikki bert við føgrum orðum – at uppihaldið hjá sjúklingunum á sjúkrahúsi fer fram undir tíðarhóskandi umstøðum og kørmum.