Virðið á føroyskum laksi farið upp í loft

Alilaksur er okkara nógv størsta útflutningsvøra og hann virðið á honum er farið beint upp í loft

Í tíðarskeiðinum frá januar til november í fjør var útflutningurin hjá føroyingum 7.264 milliónir.

 

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Tað er gott og væl ein milliard, ella 17 prosent, meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Nógv tað mesta av útflutninginum, er fiskavørur, tí hann var 6.933 milliónir 11 teir fyrstu mánaðirnar í fjør og tað er 14 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í 2015.

 

Og tað er ikki yvir at dylja, at tað er útflutningurin av alilaksi, sum ger tann heilt stóra munin.

 

Bæði í 2015 og í fjør hevur útflutningurin av laksi ligið um 55.800 tons, men í fjør er virðið á honum farin beint upp í loft. Í fjør er útflutningsvirðið laksi nevniliga 753 milliónir hægri enn tað var í 2015, hóast nøgdirnar at kalla eru tær somu, ella enntá eitt vet minni.

 

Tilsamans varð laksur útfluttur fyri 3.282 milliónir 11 teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Sostatt er talan um ein vøkstur upp á 30 prosent.

 

Útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti vaks 156 milliónir krónur ella 12 prosent, og var sostatt 1.476 milliónir í fjør og nøgdin av hesum fiskavørum vaks 12.000 tons ella seks prosent og var sostatt 204.389 tons í fjør.

 

Hinvegin minkaði útflutningurin av toski, hýsu og upsa 97 milliónir krónur, ella níggju prosent, og var 999 milliónir í tíðarskeiðnum frá januar til november í fjør.

 

Í fjør útfluttu vit 34.739 tons av toski, hýsu og upsa sigur Hagstovan.