Óvirðiligur søguligur dagur

Í dag, 25. oktober, av­­gjørdi so Føroya Løgting at til komandi løgtingsval í januar og framyvir verða allar Føroyar eitt valdømi.

Jógvan Ravnsfjall

næstformaður í Norðoya Tjóðveldisfelag

 

Eg rokni við, at fleiri føroyingar eru ógvuliga spyrjandi um hvat veruliga er hent, og hvussu hetta kundi henda.

Eru Føroyar eitt búgvið demokrati, tá eitt so týðandi mál fyri okkara stýrisskipan ikki kann fáa eina virðiligari viðgerð enn hana, tað hevur fingið í løgtinginum?

Kristian Magnussen, løgtingsmaður, saknaði í tinginum í dag eisini viðgerðina hjá teimum stóru føroysku bløðunum av málinum um at gera Føroyar til eitt valdømi.

Eg vil geva honum rætt.

Av bløðunum er tað bert Norðlýsið, sum hevur roynt at lýst málið við at al­­manna­gera meiningarnar hjá politikarum, serfrøð­ingum og øðrum, og á tann hátt roynt at prógva vandan við einum val­dømi. Tey stóru bløðini, Sosialurin og Dimma­lætting, hava undir politisku viðgerðini verið ógvuliga tigandi í hesum málinum, hava valt at viðgjørt tað sum minst. Kanska tí tey heilhjartað hava verið fyri einum valdømi, meðan Norðlýsið hinvegin heilhjartað hevur verið ímóti.

Um tey so undir við­gerðini heilhjartað hava verið fyri einum valdømi, so kundu tey tó verið við at upplýst og kunnað før­oyingar um fyrimunir og vansar við broytingini, og eisini roynt at útgreina tað polittiska spælið, ið er farið fram síðani málið tók seg upp. Men tey hava heldur valt at vísa líkasælu í hesum málinum, kanska fyri á tann hátt at órógva málið sum minst, so upp­skotið um at gera Føroyar til eitt valdømi kundi verða skundað ígjøgnum sum skjótast.

So kann man vera fyri ella ímóti einum valdømi, men søgan kemur einaferð at fella dóm yvir viðgerð­ina av hesum máli, og rokni eg við, at tann dómurin verður til lítlan heiður fyri okkara løgting eins og partar av okkara fjølmiðlum, og harvið okkara demokrati.