Virðisbrævamarknaðirnir í Kina í dag eru blóðreyðir, eftir at teir hava verið stongdir síðani 23. januar vegna kinesiska nýggjárið.
Í hesum tíðarskeiðið hevur útbrotið av einum nýggjum coronavirusi spreitt seg úr býnum Wuhan til restina av landinum og til 20 onnur lond.
Á virðisbrævamarknaðinum í Shanghai fall leiðandi indeksið við næstan níggju prosentum, beint eftir at handilin fór í gongd í morgun. Eisini á hinum virðisbrævamarknaðinum í Kina, Shenzhen, fall indeksið millum átta og níggju prosent.
Stóra afturgongdin kemur sambært AFP av ótta millum íleggjarar fyri búskaparligum avleiðingum av virusútbrotinum, sum hevur steðgað pørtum av samfelagnum.
Sambært seinastu almennu uppgerðini frá heilsumyndugleikunum í Kina hevur útbrotið kostað yvir 360 fólkum lívið. Tá virðisbrævamarknaðirnir fóru í feru 23. januar, vóru 17 deyð.
Kinesiski miðbankin, People’s Bank of China, boðaði í gjár frá, at hann fer at veita fíggjarmarknaðunum milliardir av yuan.
Bankin upplýsti, at hann frá í dag kemur við eini ætlan, sum hevur sum endamál at pumpa 174 milliardir dollarar – ella slakar 1.200 milliardir krónur – inn í búskapin.
Sambært miðbankanum skal stuðulsætlanin hjálpa at halda »rímuligt og ríkiligt gjaldføri« í kinesisku bankaskipanini. Ætlanin skal eisini tryggja støðufesti á gjaldoyramarknaðinum.
Í dag er kinesiski yuan viknaður í mun til dollaran og onnur høvuðsgjaldoyru. Eisini prísirnir á kopari, blýggi, aluminium og zinki fella á rávørumarknaðinum í Shanghai.
Kinesiski búskapurin, sum er heimsins næststørsti eftir USA, væntast at verða ávirkaður av kreppuni, sum millum hannað hevur ført til, at fleiri vermsmiðjur hava latið aftur.
– Soleiðis fer tað at vera í eina tíð, sigur Iris Pang, búsksparfrøðingur í fíggjarhúsinum ING við tíðindastovuna Reuters.
– Óvist er, hvørji verksmiðjustarvsfólk og hvussu nógv teirra, fara aftur til arbeiðis á verksmiðjunum. Vit hava ikki sæð roknskapir hjá nøkrum verksmiðjum, síðani útbrotið av coronavirusinum. Matstovur og matvøruhandlar hava ógvuliga avmarkaðan umsetning, sigur hon.
Viðurkenda Oxford Economics heldur eisini, at virusútbrotið bremsar búskapinum.
– Stutta ávirkanin á kinesisku brutttjóðarúrtøkuna vil eftir øllum at døma vera stór, skrivar Oxford Economics í eini greining.
/ritzau/AFP