Virðisløn fyri banka-greinar

Tríggir journalistar, ið hava arbeitt á Jyllands-Postinum hava fingið donsku Cavling-virðislønina fyri avdúkandi greinar um leiklutin hjá den Danske Bank í Hafnia-málinum.

Cavling-virðislønin er størsta viðurkenning, latin verður í Danmark fyri journalistisk avrik.

Erik Eisenberg, Søren Funch og Jens Christian Hansen hava fingið virðislønina fyri avdúkandi og kritiskar greinar um Den Danske Bank.


Serliga Hafnia-málið


Dómsnevndin sigur í grundgeving sínari, at teir tríggir hava fyrst og fremst fingið virðislønina fyri sínar avdúkingar í Hafnia-málinum. Eitt mál, har teir við innanhýsis skjølum kundu prógva, at Den Danske Bank lumpaði fólk, tá hann bjóðaði út partabrøv í Hafnia - beint áðrenn konsernin fór á húsagang.

Journalistarnir hava arbeitt við Hafnia-málinum líka síðani februar 1996. Tað eru reist endurgjaldskrøv móti Den Danske Bank fyri meiri enn eina milliard krónur málinum.


Kendur í Føroyum


Teir tríggir journalistarnir hava í fleiri ár verið kendir fyri sín kritiska journalistikk, har teir hava broytt vanligu fatanina av mongum av risunum í donskum vinnulívi.

Ein teirra, Erik Eisenberg, man eisini vera væl kendur í Føroyum. Líka síðani miðskeiðis í 90-unum fylgdi hann sum journalistur á Jyllands-Postinum trúliga føroyska bankamálinum, og hann er pápi at mongum av teimum størstu avdúkingunum í hesum máli.


Myndatekstur:


Sum journalistur á Jyllands-Postinum var Erik Eisenberg pápi at mongum av teimum størstu avdúkingunum í bankamálinum. Nú hevur hann sjálvur triði fingið donsku Cavling-virðislønina - fyrst og fremst fyri Hafnia-málið.