Hann er útbúgvin lærari og er ein av teimum fáu, sum eftir eru av tí sjáldsomu rasuni, sum eitur útisetar. Ikki tí, tað eru nógvir føroyingar, sum búgva í Kjøpinhavn, men teir eru ikki útisetar upp sama máta sum Tróndur Olsen, Janus Øssursson og Emil Joensen, sum legði navn til Mílafelagið. Og Karl Nolsøe ikki at forgloyma.
Eftir at hava fingið matematiskt studentsprógv var Virgar vikarur ymsastaðni, m.a. í Klaksvík, har hann hevði gott samarbeiði við teknaran Óla Petersen. Teir gjørdu tað satiriska heftið “Rukkulakkin”, sum var nakað av tí besta av sínum slag.
Seinni bleiv Virgar lærari í Køge, og tað bleiv so hansara lívsstarv. Men tað tekur bara ein lítlan tíma at koyra til Kjøpinhavn – og har var Studentafelagið, Mílafelagið, Føroyingafelag, Føroyskir Sosialistar og annað mangt, sum hugaligt var at fara í hjá fólki, sum hevði vitan og hug og meiningar.
Virgar bleiv ein høvuðskraft í kabarettunum hjá Studentafelagnum í 60-unum. Ógloymandi eru sketchirnar um “Býrotið” (Gang Peter, Siggy og teir), og um sjálvstýrislandsstýrið (1962-66). Tað var í hesari perioduni, at ein leiðandi tjóðveldismaður var so óheldigur á fundi í Studentafelagnum, at hann kom at siga – tá ið hann bleiv spurdur um, hvussu tað gekst við sjálvstýrinum – at tað hevði eydnast landsstýrinum at steðga jólaheilsunum til Føroyar. Ná so, repliseraði Virgar, so verður kanska tað næsta stigið á sjálvstyrisleið, at tit fara at taka jólagleðina frá fólki.... Hetta dámdi fundarfólkinum. Tann presisa satiriska replikkin í rættari løtu á røttum stað.
Virgar er ein homo politicus. Hann er sosialdemokratur í hvørjari tægr. Og hann er tað av tí gamla slagnum. Hann plagar sjálvur at vísa á prinsipiell orð hjá P. M. Dam: lívsfrælsi, sum frælsi til at liva lívið uttan at vera nívdur av materiellari neyð, og so symbiosan, t.e. samlívið og samstarvið hjá danskarum og føroyingum í sama politiska ríkiskarmi, men við fullum mentanarligum sjálvræði hjá báðum pørtum.
Virgar hevur ein góðan og spískan penn. Hann hevur skrivað í Oyggjaskeggja og í donsk bløð, men ikki so nógv í tey føroysku bløðini, meðan hann hevði meir enn fult starv í Køge.
Tá ið so tann økonomiska kreppan kom í 1992, og vit í 1998 fingu fullveldis-samgonguna, sum vildi loysa frá Danmark, var tað sum, at hann raknaði við. Í nógvum drúgvum og hvøssum greinum í Sosialinum gjørdi hann upp við fullveldistankarnar og vísti á, at tað nettupp er í samstarvinum við Danmark, at Føroyar hava tað tryggast.
Hetta skal ikki skiljast so, at hann var betri við Danmark enn við Føroyar (Hvor smiler fagert den danske kyst....). Fáur er so kønur í Føroya søgu og samfelagsviðurskiftum, sum hann. Og tá ið tað kemur til føroyskt mál, hevur hann ikki sín líka. Hann hevur eisini fingið gott í beinini av øllum skálavíkingunum, hann hevði rundan um seg í barndómi og uppvøkstri. Tí vendir hann sær eisini hvassliga móti tí málreinsaríi, sum í dag er tann ringasta hóttanin móti okkara móðurmáli.
Virgar eru europeari. Tosar franskt og týskt og ferðast í hesum londum javnan. Heimføðiskapur, nalvaskoðan og isolatión eru ikki gevandi eftir hansara tykki. Og so er hann eisini humoristur, tá ið hann revsar brek og órímiligheitir. Tá ið egin politiskur flokkur fer av leið og ger tað mótsetta av tí, sum ætlanin var, so er kritikkur upp á sítt pláss. “Die Zeit schreit nach Satire”, segði Kurt Tucholsky í 30-unum. Rætt er tað, at Virgar mangan hevur reiggjað ta tungu sleggjuna móti tí, sum hann uppfatar sum fávitsku og óðamannaverk. Men bestur er hann við sínum eksakta viti og spísku satiru.
Til lukku við degnum!
Gamlir vinir