Virgar Enghamar er nýggi hotelleiðarin á Hotel Brandan.
Virgar er fyrsti tænarin, ið varð útlærdur hjá Smyril Line samtakinum. Hettar var í 1998 á Hotel Føroyum í Havn. Síðani tá hevur hann áhaldandi arbeitt sum høvuðstænari í hotel-og matstovuvinnuni bæði í Danmark og í Føroyum.
Seinastu 17 árini hevur hann verið í starvi sum stjóri í Bowlinghøllini í Havn.
Hetta skrivar Hotel Brandan á sínum facebook-vanga.