Virka bjargingarfeløgini?

Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, spurdi Høgna Hoydal, landsstýrismann, hvusus tað gongur við stríðnum um tryggingarviðurskiftinum hjá bjargingarfeløgunum

Bjargingarfeløgini hava ikki virkað í eina tíð, tí stríð er um tryggingarviðurskiftini hjá bjargingarfólkunum.

 

Tí vildi Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, hava at vita, hvat hendir við málinum.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði, at gongd er í málinum, men tað tekur sína tíð, men hann segði seg rokna við, at tað nú eru dagar til málið verður loyst. Høgni Hoydal segði, at hann hevur sagt, at landið fer at gera sítt ýtasta fyri at fáa málið loyst.

 

Bjørn Kalsoy, Sambandsflokkurin, fanst at, at landsstýrismaðurin nú ferð eftir ferð alment hevur sagt, at ein loysn á málinum er á trappuni.

 

Bárður Nielsen,Sambandsflokkurin, helt, at bjargingarfeløgini ger eitt megnar arbeiði og tað er lætt at skilja, at tey vilja hava, at tryggingarvirðuskiftini eru í lagi.

 

Landsstýrismaðurin segði seg væl skilja, at fólk eru ótolin eftir, at málið verður loyst.

 

-Semja er millum tey flestu, at tað at hava bjargignarfeløgini er besta loyysnin her í Føroyum, segði Høgni Hoydal.