Fiskavørur úr daggomlum fiski til føroyskar gómar

- Føroyar hava matstøð og kokkar í serflokki, og vit hava fiskavørur í heimsflokki. Nógv ferðafólk koma heim til Føroya at eta fisk, serliga tosk og laks.

 

- Vit gera frikadellur og knettir úr daggamlari hýsu. Hetta verður gjørt upp á tann gamla “ommumátan”.

Tað sigur Jógvan Martin Hansen hjá Norðfra í Leirvík, sum er størsti framleiðarin av fiskavørum til føroyska heimamarknaðin. 

 

- Beint nú eru vit eini 25 til 28 fólk til arbeiðis á virkinum. Vit kundu hugsað okkum meira fólk, tá mest er at gera, men tað er ikki lætt at fáa fleiri fólk enn tey, vit hava. Men, tá er tað eisini gott, at her eru fólk, sum eru sera dugnalig og gera eitt gott arbeiði.

 

Seinastu fýra mánaðirnar eru ráfiskurin vorðin rættiliga dýrur at keypa. Men, hjá Norðfra grenja tey ikki, tí privatkundasølan her heima er ikki minkað av hesi orsøk. Avbjóðingin hevur heldur verið, at talið av ferðafólki, sum seinastu tvey sumrini eru komin heim til Føroya at eta fisk, hevur ikki verið sum áður. Hetta hevur sjálvsagt gingið út yvir matstovuvinnuna og okkara veitingar til vinnuna.

 

Norðfra hevur í nøkur ár eisini havt eina deild í Danmark, og her er sølan vaksin nógv undir farsóttini. Norðfra Danmark hevur regluligar veitingar kring alt Danmark, har landafast er, og her hevur sølan gingið væl - ikki minst, tí fólk hava hildið seg meira heima, og tí hevur nógvur fiskur verið etin heima við hús. Jógvan Martin Hansen vísir á, at tað er eitt stórt tal av føroyingum, sum búgva í Danmark, og tey eru eisini mong, sum kennar føroyingar og soleiðis vita, hvar mong keypa sínar fiskavørur, og hvussu høgligt tað er at fáa fiskavørurnar til dyrnar.

 

Tað er eingin ivi um, at føroysk matstøð og dugnaligir føroyskir kokkar hava sett Føroyar á heimskortið, og tað eru nógv ferðafólk, serliga úr Danmark og Týsklandi, sum koma heim til Føroya at eta fisk, serliga tosk og laks - og eisini føroyskar kjøtvørur saman við føroyskum grønmeti.

 

- Føroyar hava matstøð og kokkar í serflokki, og vit hava fiskavørur í serflokki, bæði tá ræður um daggamlan útróðrarfisk og laks, sum er aldur í føroyskum havumhvørvi.

Jógvan Martin Hansen vísir á, at matmentanin í Føroyum er ómetaliga nógv broytt seinnu árini og tær viðurkenningar, sum bæði matstøð og kokkar hava fingið, samstundis sum viðskiftafólk vita, at Føroyar altíð hava fyrsta floks fisk at bjóða, hevur havt velduga stóran týdning.

 

- Tað er heldur eingin loyna, at útlendsk ferðafólk seta stóran prís upp á føroyskar kjøtvørur og føroyska grøði, sum hevur vunnið nógv fram seinnu árini. At vit, sum veitarar av fyrsta floks fiski altíð kunnu levera tað, sum dugnaligu kokkarnir biðja um, hevur stóran týdning fyri matstovuvinnuna og soleiðis eisini fyri útlendsku gestirnar, sigur hann.

 

Brosandi heldur Jógvan Martin Hansen fyri, at tað er nógv broytt við keypi av fiskavørum í Føroyum, sum árini eru gingin. Fyrr fingu føroyingar fiskin fyri einki, tí bátur var í flestu familjum, men hóast føroyskar fiskavørur nú ikki teljast millum tær bíligastu, hevur sølan á føroyska heimamarknaðinum bara verið veksandi. Eitt er, hvat húsarhald, fyritøkur og stovnar keypa gjøgnum eina viku av eitt nú raspaðum hýsufløkum og frikadellum, har fiskurin verður koyrdur til dyrnar. Annað er, hvat fólk keypa í handlunum, har fiskavørur hjá Norðfra eisini eru. Í triðja lagi er tað fiskurin, sum matstovuvinnan spyr eftir.

 

Mong hava veitingar við smyrjibreyði kring landið, og tað er eingin loyna, at ein stórur partur av hesum fiski kemur frá Norðfra. 

- Tað er eingin ivi um, at fyrsta floks raspað hýsuflak úr daggomlum útróðrarfiski er flaggskipið hjá okkum, og vit selja eina rúgvu av hesum, eisini til smyrjibreyð.

Jógvan Martin Hansen sigur, at væl umtóktu frikadellurnar hjá Norðfra eisini selja sera væl. Frikadellur og knettir vera virkað úr daggamlari hýsu, og hetta verður gjørt upp á tann gamla “ommumátan”, sum hann tekur til. Nógvir gera frikadellur og knettir úr gulllaksafarsi, men Norðfra hevur valt at brúka útróðrarhýsu í hesi framleiðslu.

 

Í VikuskiftisSosialinum er serblað um føroyska framleiðslu, og her er ein størri samrøða við Jógvan Martin Hansen um framleiðslu og sølu hjá Norðfra, og her verður eisini nomið við tær avleiðingar, sum nógv umrødda springaradrápið hevði fyri Norðfra í Danmark.

 

##med2##

 

 

 

- Vit gera frikadellur og knettir úr daggamlari hýsu. Hetta verður gjørt upp á tann gamla “ommumátan”.

Fyrsta floks raspað hýsuflak úr daggomlum útróðrarfiski er flaggskipið hjá Norðfra.