Virkað fyri sjómenn í 25 ár

Tann sum stendur aftanfyri virkinum á Malta í Hirtshals er fyrst og fremst Levi Joensen úr Klaksvík.

 

Levi er av eini rættiligari fiskimannaætt. Pápi hansara, Dávur í Gerðum, var ein av okkara fremstu skiparum í síni tíð. Hann var millum annað skipari á Ernestinu og seinni á Skálanes. Ein beiggi hansara var Jógvan F. Kjølbro.

Sjálvur gjørdist Levi eins og fleiri av hansara beiggjum fiskimaður og seinni skipari. Levi sigldi í 36 ár. Hann fór 14 ára gamal til skips í 1947 við Dragaberg. Hann var seinni við Skálanes saman við pápa sínum.


Levi var ein av teimum, sum tíðliga fór at royna kraftblokkaveiðuna, og hevði hann Klett árini 1964-68. Tað, sum kom at ávirka hansara lívsleið var, tá hann seinast í 1970-unum kom at sigla við kraftblokkaskipum út frá Hirtshals.


Her sá hann, at føroysk skip og donsk skip við nógvum føroyingum umborð komu inn til Hirtshals, og manningin hevði onga rættuliga staðni at fara, meðan skipið lá inni. Skilið var kanska stundum hareftir.


Hetta førdi til, at Levi fyri júst 25 árum síðani byrjaði at halda kristilig møti í Hirtshals. Tørvurin varð tá ávístur, og í 1984 varð skipað fyri at keypa húsini, sum blivu til Malta, og blivu tey miðstøð fyri arbeiðið millum fiskimenn. Samstundis fluttu Levi og Gretha niður at standa fyri arbeiðinum. Her var fyrst og fremst lagdur dentur á at útvega okkara fiskimonnum eitt friðskjól, tá teir vóru í landi.

Malta hevur eisini havt stóran týdning fyri føroyingar á leiðini. Tað búgva nógvir føroyingar í Hirsthals og har á leiðini, og tað hevur eisini havt týdning fyri teir at hava eina slíka »sendistovu«, tá nakað er áfatt. Tað er heldur ikki smávegis av stórum og smærri málum, sum Levi hevur kunnað greitt fyri sínar landsmenn.


Gretha er ættað úr Fuglafirði, dóttir Poul Nolsøe. Hon eigur ikki minstu tøkkina. Eitt slíkt arbeiði kann ikki gerast, um ikki ein kvinna stendur aftanfyri. Hon hevur eisini verið við til at gera Malta til eitt rættiligt heim, har fiskimenn og onnur hava kent seg vælkomin.


Tað er eingin ivi um, at sjómenn virðismeta slík ósjálvsøkin arbeiði, sum verða gjørd fyri teir av ymiskum sjómansmissiónum. Teir vita, at uttan mun til rákið í samfelagnum, so eiga teir altíð her ein stuðul í sínum arbeiði. Tað hevur stóran týdning, at hava støð, har teir vita, at teir altíð kunnu venda sær.


Tí ynskja vit Grethu og Levi og annars øllum, sum standa aftanfyri hetta arbeiði, tillukku við teimum 25 árunum við ynski um góðan byrð framyvir.


Í sambandi við at 25 ár eru liðin síðan fyrsti fundurin, sum serliga var ætlaður sjómonnum og øðrum, varð hildin á Cosmos Trawl í Hirtshals, verður ein serlig fundarrøð á Malta, sum byrjar hósdagin 21. juni og síðan hvønn hósdag til og við hósdagin 26. juli kl. 19.30. Frá 3. til 5. august verður ein onnur fundarrøð á Motel Nordsøen í Hirtshals, har m.a. sangbólkurin Vitin úr Betesda í Klaksvík syngur.


ó.