Virkið hjá løgmanni er ikki við

Føroyskar vinnulívsfyritøkur ætla at stovna privat føroyskt oljufelag. Stovnandi fundurin verður mikudagin. Sambart sjónvarpi Føroya er rækjuvirkið hjá løgmanni við. Keldur Sosialurin hevur tosað við siga, at virkið hjá løgmanni verður ikki við í nýggja felagnum

Sambart Degi og Viku í farnu viku verður arbeitt við ætlanum um at stovna eitt privat føroyskt oljufelag, sum fær heitið ?Atlantic Petroleum?. Aftanfyri felagið stendur ein stórur partur av føroyskum vinnulívi við stjóranum á Tórshavnar Skipasmiðju, Poul Mohr, á odda.

Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerkingar til tíðindini í sjónvarpinum, men eingin vil siga nakað. Víst verður bara til, at felagið verður stovnað mikudagin.

Í tíðindunum í sjónvarpinum í farnu viku var listi yvir fyritøkur, sum eru hugaðar at vera við í felagnum. Teirra millum var eisini O. C. Joensen av Oyri, ið løgmaður eigur. Sosialurin hevur fingið uppspurt, at virkið hjá løgmanni er ikki við í nýggja privata oljufelagnum, sum ætlanin er at stovna í morgin.

Annars visti sjónvarpið at siga frá, at flestu av vinnulívsfyritøkunum í landinum eru við í nýggja felagnum, sum nú skal stovnast.

Her er talan um peningastovnar, tryggingarfeløg, flutningsfeløg, ídnaðarfyritøkur osfr.

Sambart sjónvarpinum eru stigtakararnir til felagið í samráðingum við norska oljufelagið Saga, sum er sinnað til at gera avtalu við føroyska felagið.

Ein slík avtala skal tryggja føroyska felagnum lut í komandi útbjóðing og harvið eisini lut av yvirskotinum.

Tað hevur verið frammi, at talan hevur verið um at gera eksklusiveavtalu við Saga, men Sosialurin hevur frætt, at eingin slík avtala er gjørd, og tað er óvist um tað verður slík avtala ella nakað heilt annað. Tað verður so upp til nevndina í nýggja felagnum at taka støðu til.

Vit hava biðið Poul Mohr, sum er ein av stigtakarunum til felagið um eina viðmerking. Hann sigur, at vit kunnu tosa við nevndina í felagnum, eftir at hon er vald mikudagin. Aðra viðmerking hevur hann ikki.