Etiska ráðið skrivar, at endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á nakrar av kjarnuspurningunum, sum knýta seg til virkna deyðshjálp. Í løtuni er virkin deyðshjálp revsiverd í Føroyum, sambært § 239 og 240 í revsilógini. Tó er sokallað passiv deyðshjálp, sum fevnir um ikki at seta í verk lívsleingjandi viðgerð, ella at geva pínulinnan sum kann framskunda deyðan, ikki revsiverd.
Seinastu árini er virkin deyðshjálp – í ymiskum skapum og undir ávísum treytum - vorðin ein møguleiki í fleiri londum í vesturheiminum. Fyrst í Hollandi og Belgia í 2002, og nú teljast m.a. Kanada (2016), Spania (2021), Ný Sæland (2021), Eysturríki (2022) og fleiri statir í USA eisini uppí. Í grannalondum okkara verður evnið viðgjørt við jøvnum millumbilum, og eitt nú hevur danska stjórnin í heyst sett niður ein arbeiðsbólk at kanna og viðgera møguleikarnar fyri virknari deyðshjálp í Danmark.
Í hesum rákinum er tað týdningarmikið, at føroyingar eru førir fyri at viðgera hetta álvarsama og torføra málið á upplýstum grundarlagi. Yvirskipaði spurningurin til ráðstevnuna er sostatt: Hvørji atlit hava týdning, um støða skal takast til, um virkin deyðshjálp skal gerast ein møguleiki í Føroyum?
Á skránni vera fyrilestrar, sum viðgera evnið úr hvør sínum sjónarhorni:
- Jógvan D. Hansen, námslektari í heimspeki.
- Hansina Mikkelsen, palliatiónssjúkrarøktarfrøðingur.
- Jens Wang, løgfrøðingur.
- Gitte Klein, sálarfrøðingur.
- Marita av Steinum, serlækni í lungnasjúkum.
- Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum.
- Erika Hayfield, lektari í samfelagsvísindum.
- Arni Zachariassen, guðfrøðingur.
Luttøka er ókeypis, og krevur ikki tilmelding. Tó verður ókeypis ábit bjóðað í døgurðasteðginum, og krevur hetta tilmelding við at skriva teldupost til [email protected] í seinasta lagið 15. apríl.
Ráðstevnan verður stroymd og upptikin.












