Virkini geva gott avkast

Nýggj kanning, sum grannskoðarafelagið KPMG hevur latið gera, vísur, at tað loysir seg betri at hava peningin standandi í føroyskum virkjum enn í peningastovnunum. Kanningin vísir, at avkastið av eginognini er uml. 8,5 prosent

Tað gongur eftir øllum at døma við tí strúkandi ferð í føroysku vinnuni. Ein kanning, sum grannskoðarafelagið KPMG, hevur latið gera av roknskapunum hjá 46 virkjum, sum fyrst og fremst eru ávirkað av eftirspurninginum, vísir, at tey geva stórt avlop. So stórt, at avkastið av eginognini er nógva ferðir størri enn tað avkastið, sum fólk kunnu fáa við at lata peningin standa í peningastovnunum.

Kanningin umfatar ikki feløg, sum hava nakað við fiskivinnuna at gera, og heldur ikki flutnings-, fíggingar-, tryggingarfeløg, oljufeløg og almenn partafeløg.

Í fororðunum verður sagt, at analysan byggir á 15 prosent av føroyska virkseminum innan umrøddu vinnuøki, roknað við støði í útgoldnum lønum.

Hóast myndin uttan iva hevði verið øðrvísi um øll feløg innan virkisøkið vórðu tikin við, so verður kortini mett, at analysan gevur eina greiða ábending um gongdina.


Lyklatølini positiv

Roknskaparanalysan vísir, at nettosølan fyri hesi 46 virkini er hækkað við 6 prosentum síðani 1997 og heilum 51 prosentum síðani 1994.

Tíbetur síggjast hesar broytingar eisini aftur í rakstraravkastinum, tí virkini, sum eru við í kanningini kasta væl meira av sær nú enn tey gjørdu fyri fimm árum síðani. Í 1994 var avkastið 05 prosent, men í 1998 var hetta avkast broytt til 5,5 prosent.

Tað merkir í stuttum, at virkini ikki bara hava ein umsetningsvøkstur, men at meiri peningur eisini liggur eftir á kistubotninum tá árið er liðugt.

Sambært analysuni, so stavar henda økingin fyrst og fremst frá eini øking í bruttovinninginum.


Virkini eru trygg

Ein onnur niðurstøða, sum, við fyrivarni, kann gerast við støði í roknskaparanalysuni fyri 1999, er, at fyritøkurnar innan tær vinnugreinir, sum her eru kannaðar eru tryggar.

Soliditeturin, sum er eginpeningurin máldur í prosentum av samlaðu ognunum, er øktur úr 44 prosentum í 1994 til 52 prosent í 1998.

Seta vit upphæddir á hesi prosent, so merkir tað, at eginpeningurin er farin úr 180 mió. krónum upp í 279 mió. krónur. Samstundis er ognin økt við uml. 140 mió. krónum upp í 540 mió.

Gjaldføri er harafturímóti versnað í 1998 sammett við 1997.

Árini 1994 til 1997 batnaði gjaldføri rættiliga nógv, men í 1998 fekk tað ein túr niðureftir. Kortini metir KPMG, at tað er einki at óttast fyri, tí gjaldførið sum heild er gott.


Ábendingar um framhaldandi vøkstur

Tað er sum vera mann sera áhugavert at lesa um ta positivu gongd sum føroyskar fyritøkur eru í.

Gongdin seinastu árini hevur verið tann, at framgongd hevur munandi framgongd hevur verið á øllum økjum frá 1997 til 1998 og eisini í fýraára skeiðnum frá 1995 til 1998, verður sagt í frágreiðingini.

Tað er hugaligt, men tað sum mann vera minst líka áhugavert er, at fyribilstølini fyri inniverandi ár siga, at vit eisini fara at síggja eina minni framgongd í ár, sammett við 1998.

Vit fara at hoyra meira til roknskaparanalysuna í morgin.