Á fundi hjá Sjálvstýri í dag gjørdi formaður floksins, Jógvan Skorheim, greitt, at flokkurin fer at taka undir við fíggjarlógin, fyrst og fremst tí hon tryggjar virksemi kring alt landið..
Á fundinum í dag greiddi hann fólki frá, at hetta er neyðugt, at virksemi ikki bert verður savnað kring høvuðsstaðin, men at almennar íløgur eisini verða gjørdar aðrastaðni.
Hann var sjálvandi eisini inni á fráboðanini um bann móti burka og niqab, men hann legði dent á, at í veruleikanum snýr tað seg um integratión.
-Tað kann gott vera, at vit ikki hava trupulleikar við burka og niqab nú. Tað ger bara, at vit kunnu arbeiða við hesum í góðari tíð og vera tilreiðar, tá ið spurningurin tekur seg upp, segði formaðurin.