Team Virtu Cycling, har føroyski Torkil Veyhe súkklar við, hevur skift navn. Tað avdúkar ein av eigarunum á liðnum, kendi fyrrverandi súkklarin, Bjarne Riis.
Telefyritøkan Waoo er nýggjur høvuðsstuðul, og liðið skiftir harvið navn frá Team Virtu Cycling til Team Waoo. Sáttmálin er í fyrsta lagi galdandi hetta árið út, men hann verður helst longdur.
Bjarne Riis hevur áður sagt, at málið er at fáa nóg mikið av pengum til at skapa eitt danskt lið, sum fer at hoyra ímillum tey bestu í heiminum, og at liðið skal eita Made in Denmark (Team MID).
- Tað er ikki meiningin, at Waoo skal vera einsamalt um hetta. Hetta er fyrsta fetið í einari tilgongd, har vit vónandi fáa tað stórliðið, vit so gjarna vilja hava, sigur Bjarne Riis við TV2.
Torkil Veyhe skifti til Team Virtu Cycling (nú Team Waoo) undan hesum kappingarárinum. Hann hevur sáttmála við liðið árið út.