Vísa fram nýggju verjuskipini

-Tað verður kanska gjørt oftari nú, síðan vit fingu skipini, sigur Finn Kristensen, pressuoficerur á Marinustøðini



Sunnudagin var ?opið hús? omborð á danska verjuskipinum Vædderen, sum lá á Havnini.

Teir høvdu væntað at fáa umleið 200 gestir umborð, men tað komu ikki færri enn 324 fólk umborð at síggja nýggja verjuskipið.

Seinastu tíðina er almenningurin í Føroyum fleiri ferðir boðin umborð at síggja tey nýggju verjuskipini, ymsa staðni í Føroyum.

- Tað hevur verið áður eisini, men tað verður kanska gjørt oftari nú, síðan vit hava fingið nýggju verjuskipini, sigur Finn Kristensen, pressuoffiserur á Marinustøðini.

Endamálið er at geva fólki størri kunnleika um sjóverjuna og siga teimum frá teimum uppgávum, sum sjóverjuskipini eru før fyri at røkja.

Hann er fegin um, at so nógv fólk hava hug at vitja umborð, tí tað vísir ein positivari anda mótvegis danska hervaldinum, heldur hann.

- Arbeiið hjá verjuskipunum seg eisini minst av øllum um verju. Tá skipini eru í Føroyum hava tey mest at gera við eftirlit við fiskiskapi, flyta sjúklingar og at hjálpa til, um onkur umhvørvisfelagsskapur skuldi gjørt føroyingum ónáðir, sigur Finn Kristensen.

Veðrurin kom herfyri úr Grønlandi. Hann verður her nú til 12-13. november og fer síðan aftur til Grønlands.