Sólborg Dulavík
Beint aftaná Indiatúrin kom løgmaður Jóannes Eidesgaard í sjónvarpið og greiddi frá, at nú mátti teirra landsstýrispolitikkarapensión fáast í rættlag, og tað var ikki smávegis upphæddir teir skuldu hava afturat við afturvirkandi kraft til 1998. At tað ber til.
Hevur hann gloymt øll tey lyftini sum hann hevði til tann vanliga pensionistin. Ja heilt upp til 10 túsun um mánaðin nevndi hann. Og hvat hevur hann so gjørt, tað samhaldsfasta fór eitt sindur upp, men av tí fer ein stórur partur í skatt.
Eitt er vist at kunnu tit sum sita í løgtingi og landsstýri ikki leggja nakað til síðis til ellisárini, so verður tað torført fyri tann meiniga mannin.
Men hetta uppskotið er lætt hjá løgmanni at leggja fram, tí har eru øll somul samd. Kaj Leo formaður Sambandsfloksins var so frægur at hann helt ikki at tað skuldi roknast frá 1998.
Ilt er at fáa eyga á javnaðar hugsjónina í verki.
Og áhugavert hevði tað verið at fingið at vita, hvør nevnd av øllum nevndum til vision 2015 umboðar tann vanliga pensionistin.