Sambært viðmerkingum til fíggjarlógaruppskot 2008 verður flogvøllurin longdur 350m til 1600m.
Fyri nøkur av okkum, ið dagliga virka á flogvøllinum, tykist hetta ikki væl umhugsað. Atlantsflog hevur boðað frá, at tey eru farin at skifta flogfør teirra út við nýggjari, tøkniliga meiri framkomin flogfør. Hetta er ein visionér og neyðug hugsan. Núverandi flogfør teirra eru, umframt at nærkast ‘eftirlønaraldrinum’, í nógvar mátar ótíðarhóskandi og, fram um alt, sera dýr í brúki.
At longja flogvøllin úr 1250m til 1600m samstundis sum størri flogfør verða tikin i nýtslu á farleiðunum til/úr Føroyum, fer at seta somu avmarkingar fyri flogferðsluna, sum vit kenna í dag. Tað finst ongin dokumenterað kanning, ið rættvísger eina leinging til einans 1600m. Tað vil geva óneyðugar avmarkingar. Spyrji tykkum sjálvi, hví man ikki byggir 1600m flogvallir til miðberandi (mellemdistance) flogfør aðrastaðni!
Landstýriskvinnan í vinnumálum hevur í hesi vikuni sagt, at samferðsluútbyggingar eiga at verða gjørdar av tí almenna. Hetta er so satt sum tað er sagt! Tað almenna hevur jú staðið fyri bygging av ferjum, ferjulegum o.ø. uttan at útreiðslurnar tó eru álíknaðar teimum, ið gera brúk av hesum (Smyrlar, Ternan, Dúgvan, Sam v.m.).
Tað er tí ein sjálvfylgja, at hitt almenna beinanvegin fer at útbyggja flogvøllin, so hesin kemur uppá eitt støði, ið brúkarin (Atlantsflog og føroyska samfelagið) kann liva við. Tí eigur flogvøllurin at verða longdur til í minsta lagi 1800m og hjálpartólini (inn- og útflúgvingartólini) verða útbygd fullt út á konventionellan hátt. Um hetta ikki er fult nøktandi, so eigur ískoytisútgerð (supplerandi útgerð) eisini at verða sett upp. Hetta er ein samfelagsuppgáva og eigur ikki at verða álíknað brúkarunum meiri enn vit kenna tað frá ferjum, bergholum o.ø.