Visjón 2015 setir børn og ung ovast á politiska breddan

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

Tað er ikki rætt, sum Jarvin Hansen sigur í yvirskrift á forsíðuni á Sosialinum: »Eingi børn í visjón 2015«. Tað er heldur ikki rætt, tá hann í stórari yvirskrift inni í blaðnum sigur, at vit í Visjón 2015 »Hugsa ov lítið um okkara besta tilfeingi«. Tað er heldur ikki rætt tá hann sigur, at vit onki gera búrturúr familjupolitikki og smábarnafamiljum.
Visjónin um vælferð er tann mest víðfevndi part­ur­in í Visjón 2015. Grund­arsteinurin um vælferð hev­ur heili 12 ymisk øki, har orð verða sett á polit­iskir málsetningar og ar­beiðs­uppgávur. Ein av hesum kallast »Visjón 2015 um børn og ung«.
Har siga tær fyrstu reglur­nar: »Vit byggja framtíðina á børnini og tey ungu. Tí er tað av størsta týdningi, at umstøðurnar hjá teimum koma ovast á politiska breddan«. Og so verður hild­ið fram við nøkrum mál­setningunum fyri eini barna- og ungdómspolitiskari vi­sjón. Tað verður eisini farið víðari soleiðis: »Ar­beiðs­mark­nað­urin skal skipast á ein slíkan hátt, at tað ber til hjá barnafamiljum at sameina familju- og arbeiðslív«, og eisini á annan hátt verður tosað um »tørvin hjá barnafamiljunum.«
Sosialurin prentaði alt hetta arbeiðsskjalið, sum bólkurin skal arbeiða út frá. Tað er kanska nakað smátt at lesa, men áhugað kunnu fara inn á heimasíðuna www.visjon2015.fo og lesa undir grundarsteininum Vælferð.
Um manningina av ar­beiðs­bólkinum er at siga, at har eru sakkøn fólk við góðum førleika, sum dagliga arbeiða við viðurskiftunum hjá børnum og ungum. M.a. er har leiðarin fyri nýggju Barnaverndarstovuna og leið­arin fyri nýggju Stuð­uls­skip­anina fyri børn hjá Al­mannastovuni. Har er eisini ein pedagogur, ið arbeiðir sum dagligur ráð­gevi viðvíkjandi teim viður­skift­um, sum hava við dag­stovna­lógina at gera. Har er umboð úr Heilsufrøðiskipanini, sum hevur dagligu ábyrgd­ina av fyribyrgjandi heilsu­tænastum til børn og ung. Og har er ein av okkara størstu og royndastu kapasistetum, tá tað snýr seg um viðurskiftini hjá brekaðum børnum.
Hinvegin hava vit ikki verið fastlæst í eini endaligari manning av arbeiðs- ella strategibólkunum. Í fleiri av bólkunum eru broytingar gjørdar, tí góð uppskot og áheitanir eru komnar um tað.
Tí vil eg eisini vera posi­tivur fyri tí, kemur Peda­gogfelagið við einum ynski um at luttaka í bólkinum, sum skal koma við einum sosialpolitiskum útspæli um eina visjón á barna- og ungdómspolitiska økinum.
Annars verður manna­gongdin, at strategibólkarnir skulu koma við einum ávegis uppleggi á apríl-mai. Tá skal tað leggjast fyri Visjónstorgið til kjak og metingar. Og í tí visjónstorginum verða allir relevantir partar, flokkar og felagsskapir, sum breitt umboða føroyska fólkið. Tá uppleggið um Visjón 2015 um børn og ung kemur til viðgerðar í Visjónstorginum verður tískil náttúrliga Pedagogfelagið umboðað har og fær høvi at sína hjartans meining og gera sína ávirkan galdandi.
Við bestu vónum um gott samstarv um Visjón 2015 fyri børn og ung.