Á árliga NAFMC-fundinum millum fiskimálaráðharrar, sum varð hildin í Reykjavík herfyri, var eisini fundur millum føroysku og russisku umboðini.
Orsøkin til fundin var, at russar í vár vístu ein ávísan áhuga fyri møguliga at keypa meiri makrel frá føroyingum aftur fyri, at føroyingar fáa nakað av toski aftrat i Barentshavinum.
Herfyri segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at ætlanin var at bera hetta mál fram á fundi við russar í Reykjavík fyri at vita, um russar framvegis hava áhuga fyri umbýti, nú landsstýrið hevur nøkur túsund tons av makreli, sum eitt nú kunnu brúkast sum umbýtisfiskur.
Jacob Vestergaard sigur við Portalin í morgun, at komið varð ikki til nakra niðurstøðu á fundinum í Reykjavík við russar, men at partarnir samdust um, at samráðingarnevndirnar hjá londunum báðum skuldu tosa saman um spurningin.
- Enn er eingin fundur avtalaður millum samráðingarfólkini. Eg dugi ikki í løtuni at meta um útlitini fyri meiri toski úr Barentshavinum aftur fyri makrel undan Føroyum, men sum tíðin gongur, fáa vit at síggja, hvussu verður við hesum, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.