RÚSEVNISMÁL
Leo Poulsen
Ein 38 ára gamal maður úr Liverpool situr í dag ákærdur í Føroya Rætti fyri seks ymisk lógarbrot. Hitt álvarsligasta er at hava smuglað 206 extacy tablettir til Føroya við Norrönu úr Esbjerg. Hann varð handtikin, tá kanning vísti, at hann hevði goymt tablettirnar uppi í endatarminum, og handtøkan fór fram á einari adressu í Dalagøtu í Havn, har maðurin ballaðist.
Dagin fyri, 26. apríl 2009, varð maki hansara handtikin á flogvøllinum við 200 extacy tablettum uppi á sær.
Hartil er maðurin ákærdur fyri í tíðarskeiðinum 23. til 31. mars 2008 at hava selt 40-45 extacy tablettir til navngivnan føroying (ið er kallaður inn sum vitni seinnapartin í dag). Triðja ákæran snýr seg um sølu av 1-2 grammum av amfetamini í døgunum 16. til 18. oktober 2008 til sama navngivna persón.
Í fjórða lagi er hann ákærdur fyri mánanáttina 30. mars 2009 at hava brotið inn í PE-handilin í Sigmundargøtu 1 og har stolið sigarettir fyri eitt søluvirði áljóðandi 40.362,80 krónur.
Fimta ákæran ljóðar upp á at vera rýmdur frá einari rokning fyri uppihald á Skansanum áljóðandi 2.700 krónur. Sætta ákæran er fyri í níggu førum ólógliga at verða komin inn í Danmark, eftir at hann 28. september 2007 í býrættinum í Keypmannahavn at verða dømdur fimm ára útvísing við innferðarbanni í fram tikl 31. oktober 2012.
Maðurin játtaði seg sekan í ákæruni um smugling av extacy, men noktaði fyri at hava selt extacy og amfetamin. Hann játtaði at hava stolið sigarettir, men noktaði fyri at hava brotið inn, tí hurðarnar vóru soleiðis skikkaðar, at hann bara hálaði tær sundur. Hann viðurkendi tó eitt endurgjaldakrav frá tryggingini áljóðandi 27.490 krónur fyri sigarettirnar.
Somuleiðis játtaði hann seg sekan í at vera rýmdur frá rokningini á Skansanum við fylgjandi endurgjaldskravi, eins og hann góðtók eitt endurgjaldskrav fyri umvæling av hurðini í PE-handlinum áljóðandi 1506 krónur.
Viðvíkjandi innferð í Danmark noktaði hann seg sekan við teirri grundgeving, at hann var í transit (skuldi ferðast víðari).
Røvarakeyp
Maðurin segði, at hann tær fýra ferðirnar, hann hevur verið í Føroyum, hevur verið her fyri at leita eftir arbeiði. Tó ikki fyrstu ferð, tá hann og makin vóru í Føroyum fyri at síggja landið.
Tað hevði kortini ikki eydnast manninum at finna nakað arbeiði í Føroyum, men hann hevur ongantíð havt nakað fast arbeiði í lívinujm, men hevur ferðast runt og arbeitt meiri ella minni frá hondini í munnin.
Hann greiddi frá, at hann hevur arbeitt nógv í Noregi, men eisini summi tíðarskeið hevur arbeitt í Íslandi og í øðrum londum runt um í Europa. Tó ongantíð í Danmark, har hann bara hevur verið á vitjan.
Ákærdi maðurin greiddi frá, at hann hevur trupulleikar við alkoholi, og at hann drekkur illa. Tó ikki, tá hann hevur arbeiði.
Hann segði eisini, at hann ikki vanliga selur rúsandi evni, men at bæði hann og maki hansara nýta stórar mongdir av extacy. Kortini ikki í heiminum, tí tey vilja ikki útseta børnini fyri slíka sjón.
Hann dugdi ikki at siga, hvar makin fekk fatur á sínum rúsevnum.
Á hesi seinastu ferðini til Føroya í apríl, hevði hann ongar ætlanir um at smugla nøkur rúsevni inn í landiðp við sær. Hann hevði verið í Noregi í eina viku, tá hann fór við Color Line til Hirtshals og síðani víðari til Hjørring. Tað bar ikki til at far við toki beinleiðis úr Hirtshals, og tí mátti hann til Hjørring, har hann so lá nátt. Har kom hann í prát við fólk á onkrum vertshúsum, sum bjóðaðu honum við hansara egnu orðum ógvuliga bíligum extacy tablettum. Tað var eitt tilboð, sum ikki kundi sigast nei til, og tí keypti hann 206 tablettir fyri 30 krónur stykkið.
Á ferðini til Føroya var hann fullur meginpartin av tíðini, men stutt áðrenn Norröna legði at landi, stakk hann tablettirnar upp í endatarmin.
Kann kosta eitt ár
Fyrrapartin hevur bert maðurin verið avhoyrdur, men eftir miðdag verður fyrst vitnið, sum sigur seg hava keypt extacy tablettir og amfetamin frá tí ákærda, avhoyrt, og síðani verður kvinnan avhoyrd.
Ákæruvaldið vil vera við, at maðurin hevur hjálp til við at útvega kvinnuni extacy tablettirnar, og tað var eisini tað, hann segði undir grundlógaravhoyringini. Nú hevur hann kortini broytt frágreiðing og sigur, at hann einki hevði við tablettirnar hjá makanum at gera, og at hon sjálv hevði útvega sær teir.
Hann segði eisini, at hann at byrja við hevði tikið skuldina á seg, fyri at hjálpa makanum.
Eisini vildi maðurin vera við, at stór ósemja hevði valdað teirra millum, og at hann ikki hevði sæð makan í fleiri vikur. Tískil var hann ovfarin, tá hann sá makan í fongslinum eftir handtøkuna.
Tað kom eisini fram, at tey ikki sótu væl um sátt, og tó at maðurin ikki vildi tosa um orsøkina, so skiltist, at kvinnan ákærir mannin fyhri at hava eina frillu í Noregi.
Maðurin hinvegin avsannar, at hann hevur nakra frillu, hvørki í Føroyum ella í Noregi.
Málið er sum nevnt ikki endað enn, men sambært ákæranum, Finn Ougaard, so kann maðurin, um hann verður dømdur fyri at hava viðvirka til smugling av teimum 200 tablettunum, sum makin hevði við sær, umframt sínar egnu 206, fáa heilt upp til eitt ára fongsul.
Sakarmálið heldur fram seinnapartin í dag.
Parið hevur smuglað 406 extacy tablettir til Føroya 26. og 27. apríl. Tey hava sitið í varðhaldi síðani