Vit búgva í dýrasta parti av heiminum

Ísland, Noreg og Danmark eru heimsins dýrastu lond at búgva í

 

Felagið Numbeo savnast hagtøl og upplýsingar úr øllum heiminum, og ein nýggj uppgerð vísur, at Norðurlond eru millum dýrastu lond í heiminum at búgva í.

Nýggja yvirlitið vísur, at Sveis er heimsins dýrasta land at búgva í, og síðani koma norðurlond eitt fyri og annað eftir. Noreg er nummar 2 á listanum, Ísland nummar 4 og Danmark nummar 5.

Uppgerðin byggir á prísur fyri ymiskar vørur og tænastur – eitt nú bústaðarprísir, brennievnisprísir, prísur á gerandisvørum, matstovuprísir, elprísir og annað.


Sambært tølunum hjá Numbeo eru India, Nepal, Pakistan og Tunesia heimsins bíigastu lond at búgva í.