Vit eiga ikki at gera sum kinverjar

- Tað skapar misálit, um vit gera sum kinverjar, tá ið herviliga Sars-sjúkan varð staðfest. Tað loysir seg betur at vera opin og erligur um ILA heldur enn at tiga um hesa fiskasjúku, sigur alari

Alivinna

Meiningarnar eru ymiskar, og menn eru ikki samdir.
Í Sosialinum í gjár, helt ein alari, Sosialurin tosaði við, at nógva umrøðan, sum ILA-sjúkan hevur fingið í fjølmiðlunum, skaðar áhugamálini hjá føroyskum alarum uttanlands.
Alarin segði, at tá ið føroysku bløðini skriva um ILA, enda hesar søgur í Noregi, haðani tær fara út til okkara keyparar runt um í heiminum.
- Hetta gongur út yvir tann prís, vit fáa fyri laksin og skaðar okkara umdømi, segði alarin.

Ikki samdur

Men tað eru ikki allir alarar, sum eru samdir um hetta.
- Eg haldi, at vit skulu spæla við opnum kortum og siga sum er, tí á tann hátt varðveita vit sum best okkara trúvirði.
Alarin vísir á misálitið, sum umheimurin fekk á Kina, tá ið kinverjar royndu at krógva álvarsomu sjúkuna, Sars.
- Einasta gongda leiðin í slíkari støðu er at vera opin og erligur, sigur hann.

Sjúkur fiskur

Alarin reisir eisini spurningin, hvussu ein keypari hevði mett støðuna, um hann umvegis fekk at vita, at føroyskur laksur er fongdur við ILA.
- Tað hevði elvt til misálit. Tí er best, at vit
siga sum er og ikki krógva ILA-sjúkuna burtur fyri umheiminum, leggur hann aftrat.