Avtalan millum Føroyar og Danmark var endaliga samtykt í farnu viku.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum í hesum døgum er virkandi løgmaður, nú Anfinn Kallsberg er sjúkrameldaður, sigur seg vera væl nøgdan, nú avtalan við Danmark loksins er samtykt. Tað kenst ikki sørt sum ein lætti.
Eitt nýtt tíðarskeið
-Eg síggi avtaluna sum eina staðfesting av, at Føroyar eru farnar inn í eitt nýtt tíðarskeið. Við hesi avtaluni hava vit lagt lunnar undir heilt nýggj viðurskifti millum Føroyar og Danmark.
Tríggjar høvuðssúlur eru í hesi avtaluni.
-Vit fingu avgreitt bankamálið, leisturin varð lagdur fyri tær politisku samráðingarnar, sum skulu fara fram seinni um ríkisrættarligu støðuna, og vit fingu lagt búskaparligu karmarnar fastar fyri tey næstu árini.
Hetta eru alt mál, sum í veruleikanum hava ligið og bundið føroyskan politikk og politikarar niður síðani 1992. Tí er henda avtalan tann springfjøðurin, sum ger, at vit nú kunnu fara víðari við teimum stóru málunum.
Høgni Hoydal vísir á, at landsstýrið stendur yvirfyri sera stórum avbjóðingum og sipar her til ríkisrættarligu spurningarnar um teir yvirornaðu karmarnar fyri tað føroyska samfelagið, til eina komandi oljuvinnu, marknatrætuna, eina nýggja kommunala skipan og onnur mál, sum politiskt hava ligið á láni orsakað av teimum ógreiðu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Høgni Hoydal heldur tað nettup tí hava so stóran týdning, at tað var eitt samt løgting, sum tók undir við avtaluni.
Ósamdur við útlegging
-Hevur tú ikki ringan smakk í munninum, at vit føroyingar í hesi avtaluni ikki beinleiðis fáa nakra uppreisn í bankamálinum, nú tú sjálvur sum fjølmiðlamaður hevur lagt so stóran dent á nettup henda táttin?
-Eg eri als ikki samdur í hasi útleggingini. Tá vit avgjørdu, at vit skuldu samráðast politiskt um bankamálið, varð eisini gjørt greitt, at tað nú ikki var ein spurningur um, hvør hevði skyldina, Lykketoft ella nakar annar. Nú tosaðu vit um, hvussu vit fingu eina nøktandi avtalu.
Høgni Hoydal heldur sjálvur, at tað var ein stórur politiskur fyrimunur fyri føroyingar, at vit samráddust um skuld og bankamál undir einum. Tað var í veruleikanum ein fyritreyt fyri, at vit kundu fáa nakra avtalu.
-Í míni verð er bankamálið als ikki bara ein spurningur um partabrævabýtið í Føroya banka og teir skeivu upplýsingarnar, sum har vórðu givnir. Bankamálið er ein reinur politiskur spurningur. Frá danskari síðu varð gjørd ein heildarætlan fyri Føroyar, har danir settu føroyska búskapin undir umsiting, har uttanlandsskuldin varð umfíggjað, soleiðis at hon bert var til danska statskassan, og tað varð so eisini brúkt til at siga, at tá skuldu bankarnir eisini bjargast.
-Alt hetta varð neyvt tengt saman, og hetta var eisini tað, sum varð víst á í mínum sendingum: at talan varð um eina politiska ætlan.
Høgni Hoydal vísir á, at danskar fyritøkur og fíggjarheimurin slapp undan at gjalda upp til 3.2 mia., um føroyski bankaheimurin fór á heysin. Eisini føroyskur kapitalur varð bjargaður, og hartil sluppu eisini allir útlendskir kreditorar undan at missa nakað. Tað var orsakað av danska krónuvirð-inum.
Hetta vóru tey argument, sum vit brúktu fyri tí samlaðu skaðabótini, ið stendur í avtaluni. Avtalan snýr seg eisini um at fáa allar tær gomlu avtalurnar úr gildi, sum vórðu gjørdar undir umrøddu fyritreytum, og hon snýr seg loksins eisini um politisku karmarnir í framtíðini, sum eg meini eru avgerandi, og sum skulu broytast fyri nettup at taka avleiðingarnar av tí, sum hendi í bankamálinum.
Høgni Hoydal sær tí avtaluna at vera júst í tráð við heildaruppgerðina við ta heildarætlanina, sum varð løgd, tá føroyska bankamálið varð trýst ígjøgnum. Hann heldur tí, at um vit bara høvdu fokuserað uppá bankaskuldina og sett tal á hana, hevði tað givið verri úrslit at fáa eina góða skaðabót. Tað hevði eisini verið ein verri loysn fyri føroyska samfelagið, um vit bara fingu gjørt upp eitt lítið partabrævabýti, og ikki alt tað, sum hekk við.
Danir fyrireikaðir
-Men hvat sigur tú til signalini frá dønum, um at vit ikki sleppa at læna aftur og at skulu til at yvirtaka øki, eitt nú raksturin av flogvøllinum?
-Tey signalini eru fyri tað fyrsta ikki nýggj. Danir hava fyri langari tíð síðani fyrireikað seg til, hvønn Føroyapolitikk teir ynskja. Tað er bankamálið er eitt týðuligt dømi um. Danir vilja gjarna hava Føroyar verandi í ríkisfelagsskapinum, men vilja helst ikki hava ábyrgd av Føroyum og gjalda so lítið sum gjørligt. Teir vilja ikki hava ábyrgd av at útbyggja flogvøllir, hvat bankarnir gera osfr. Hetta síggi eg sum eina heilt náttúrliga gongd, og tí er so stórur tørvur á nú at siga, at vit taka fulla ábyrgd av okkara egna samfelag.
Danir og vit og framtíðin
Høgni Hoydal sigur, at vit so skulu fara til Danmarkar og gera støðuna upp, har vit m.a. gjarna vilja taka ábyrgdina av flogvølli ol. Men so skal tað eisini vera við atliti til, hvørjar skyldur Danmark hevur havt mótvegis Føroyum, og hvussu tær eru røktar gjøgnum tíðina. Tað ber ikki til bara at siga, at nú yvirtaka vit alt tað, sum danir hava forsømt. Her má fáast ein uppgerð, sum eisini byggir á eitt forarbeiði., ið snýr seg um, hvat er rímuligt og rætt.
-Men er tað ikki eitt sindur løgið at einum sjálvstýrislandsstýri beinanvegin at vísa aftur einum donskum ynski um, at føroyingar yvirtaka eitt nú raksturin av flogvøllinum?
-Eg haldi tað er rætt, at vit siga, at hetta er nakað, sum vit politiskt mugu viðgera, áðrenn vit taka undir við tí.
Annars er Høgni Hoydal sera fegin um tann partin av avtaluni, sum sigur, at danska stjórnin játtar á ein siviliseraðan og demokratiskan hátt at fara undir samráðingar um at gera Føroyar til ein suverenan stat.
-Hetta meti eg at vera ómetaliga týdningarmikið, og hetta verður so eisini mítt arbeiðsøki.
Uppá fyrispurning hvussu langt hann er komin við hesum arbeiðinum sigur landsstýrismaðurin, at hann í løtuni er í ferð við at skipa hetta saman við umsitingini og síðani at fáa samskipað við restini av málsøkjunum, hvat skal gerast innan tey ymsu málsøkini: at fáa kortlagt yvirhøvur, hvørjar avleiðingarnar verða osfr.
Aðalorðaskifti á tingi
Høgni Hoydal váttar, at tað fer at verða sett ein serfrøðinganevnd, men tað fyrsta, sum skal henda, er, at løgtingið skal hava eina aðalviðgerð, tvs. tað skal fáa høvið at úttala seg um eina ætlan, sum landsstýrið fer at leggja fram. Nústaðni tá kann ein fara undir at seta tað stóra arbeiðið í gongd. Nú er bert talan um fyrireikingina.
Nær aðalorðaskiftið verður veit Høgni Hoydal enn ikki, tí fyrst skal landsstýrið gera uppskot til samtyktar, sum vónandi kann verða lagt fyri løgtingið heilt tíðliga í ólavsøkutingsetuni.
-Í hesum uppskotinum verður so skotið upp, at løgtingið staðfestir, hvønn rætt vit hava til at gerast suverenur statur osfr. og síðani gera eitt uppskot um, at tingið heimiðlar landsstýrinum at fara at samráðast við donsku stjórnina um ein sáttmála.
-Men hvat vil tú siga til allar teir føroyingar, sum í dag bera stóran ótta fyri gongdini, nú m.a. tjóðveldisflokkurin ætlar at kvetta við Danmark?
-Eg skilji óttan, tí at fólk síggja einar suverenar Føroyar sum, at tað verður kappað á stokkinum, og at ein tá ikki veit, hvar ein flýtur.
Til tað siga vit, at her ikki talan um at kappa á stokkinum, men tað er talan um eina skipaða gongd, sum fer fram á ein demokratiskan og siviliseraðan hátt. Tvs. at løgtingið viðger fyrst málið, og landsstýrið arbeiðir síðani víðari við tí í samráð við donsku stjórnina. Ein nýggj avtala skal so gerast millum tvey suveren lond eins og Ísland og Danmark gjørdu í 1918 og har nettup samstarv varð avtalað á nógvum økjum.
Høgni Hoydal sigur víðari, at ein slíkur sáttmáli skal sjálvandi eisini innihalda reglur um, nær hann skal enduskoðast og uppsigast.
-Vit leggja eina koyriætlan, ein skipaðan leist, á ein siviliseraðan og demokratiskan hátt. Tað meta vit er av allarstørsta týdningi.
Men hvat heldur Høgni Hoydal um gitingarnar, at fólkaflokkurin, tá avtornar, als ikki vil ganga eins langt á loysingarleið sum tjóðvelidsflokkurin?
-Fólkaflokkurin hevur skrivað undir samgonguskjalið, har kósin er stungin út. Grundarlagið fyri hesum politikkinum stendur svart uppá hvítt í samgonguskjalinum, nevniliga at fáa Føroyum fullan politiskan suverenitet. Hetta merkir, at løgtingið fær alt lóggávuvald, og landsstýrið hevur í prinsippinum alt umsitingarvald, men her siga vit eisini, at tað eru nøkur øki, sum vit mugu gera nakrar skiftisskipanir fyri, áðrenn vit yvirtaka alla umsitingina. Anfinn Kallsberg hevur nevnt hetta: at venda Heimastýrislógina á høvdið, tvs., har vit hava allan rættin og kunnu útdelegera nøkur viðurskifti til danir at umsita, til vit sjálvir klára at yvirtaka ella gera okkara egnu skipanir.
Høgni Hoydal undirstrikar tí, at hetta at taka tí fullu politisku sjálvstøðuna, er ikki nakað lop út í tóman heim, hvørki búskaparliga, útbúgvingarliga ella heilsuliga.
Hann vísir á, at tað eisini er nettup hetta, sum er avtalað við donsku stjórnina í grein 9, sum er ein staðfesting av, at danska stjórnin er tilreiðar at fara undir hesa ?siviliseraðu og demokratisku prosessina?.
Fólkaatkvøða
Landsstýrismaðurin vísir á, at tekur løgtingið undir við uppskotinum frá landsstýrinum, so skal tann sáttmálin, sum landsstýrið fer at samráða seg til við donsku stjórnina, út til fólkaatkvøðu.
-Hetta er tí ein sera trygg og skipað gongd, sum eingin nýtist at óttast. Tað verður viðgjørt í almenninginum í allar endar og kantar, áðrenn nakað verður sett í verk.
Høgni Hoydal heldur annars, at nýggja avtalan við danir eigur at verða við til at mana nakrar av ræðumyndunum í jørðina.
-Vit standa hereftir nógv sterkari í samráðingum við danir. Vit duga nógv betri at gera okkara ynski greið og fáa tær loysnir, sum vit sjálvi ynskja, nú vit hava tikið avgerðina um sjálvi at taka politiska ábyrgd.
-Er virðingin millum danir og føroyingar aftur komin uppá pláss við hesi avtaluni?
-Tað vil eg ikki siga. Tann álitiskreppan, sum var í bankamálinum, stavaði frá nøkrum avgerðum, sum tiknar vórðu í Danmark og har tað ikki varð lurtað eftir føroyingum. Nú siga vit, at vit sjálvir taka ábyrgdina. Danir røkja síni og vit okkara áhugamál. Grundarlagið undir hesi avtaluni, og tað, sum skal til fyri at kunna skapa nýggj viðurskifti millum Føroyar og Danmark og byggja nýtt álit uppaftur, er, at tú ger greitt, hvørji áhugamál danir hava og hvørji áhugamál vit hava.
Undirgrundin
Hvussu tryggur er Høgni Hoydal undirgrundaravtaluna við danir, nú hann sjálvur hevur fingið váttan fyri, at tað finst hópur av skjølum í hesum máli, ið eru loynilig - og hevur hann biðið um innlit í hesi skjøl?
-Nei tað havi eg ikki gjørt enn. Men hatta verður ein partur av tí stóra fyrireikingararbeiðinum, sum skal gerast. Tað má vera greitt, hvønn týdning bæði undirgrundin og hernaðarmál hava havt gjøgnum tíðina. Tað venda vit aftur til.
Høgni Hoydal sigur, at tá talan er um stórpolitisk mál so sum undirgrund, danska krónuvirðið osfr. so er tað greitt, at danska stjórnin skal røkja áhugamálini hjá tí samlaða danska ríkinum, og tað kemur so at ganga móti okkara áhugamálum. Hann heldur, at einasta loysnin fyri at koma burtur úr mistonkiliggerðanini, og eitt nú óttanum fyri, at skjøl skulu vera goymd ol. er, at vit sjálvi taka ábyrgdina og siga, at nú leggja vit sjálvi politikkin til rættis.
-Hevur tú varhugan av, at tað finst nakað týdningarmikið í undirgrundarmálinum, sum ikki er komið fram fyri dagsins ljós?
-Um ikki Schluter- og Nyrupstjórnin hava umhugsað, hvørjar avleiðingar tað fær fyri samlaða danska orkupolitikkin og ríkið, tá teir lata okkum undirgrundina, so hava teir ikki gjørt sítt arbeiði til lítar. Eg haldi annars, at tað er uppá tíðina, at ein fær greiðar linjur, har tað greitt framgongur, hvat Danmark ynskir og hvørji áhugamál danskar fyritøkur hava í føroysku undirgrundini, hvussu fáa vit lagt tað á borðið og kunnu reka okkara politikk út frá tí.
Høgni Hoydal metir, at tað var ein stórur fyrimunur fyri føroyingar, at vit yvirtóku undirgrundina undir heimastýrisskipanini. Tað er nevniliga eisini ein viðurkenning av, at føroyingar kunnu fáa fullan suverenitet á tí økinum eisini.
Vit spurdu Høgna Hoydal, um hann ikki kortini kennir seg eitt sindur ótryggan við gongdina í eitt nú undirgrundarmálinum!
-Trupulleikarnir hjá føroyingum: at bera ótta fyri, hvat gongur fyri seg á ráðharrastovum í Keypmannahavn, eigur ikki at vera reellur longur, tá vit sjálvir hava sagt, at vit taka ábyrgdina. Eg kenni meg tí als ikki ótryggan, soleingi føroyingar hava nøkur ynski um, hvat teir vilja.
-Tú ber ikki nakran ótta fyri, at danir vilja broyta undirgrundaravtaluna, tá nógv olja verður funnin?
-Tað síggi eg ikki sum nakran trupulleika, tí til ta tíð hava vit tikið fullan suvernitet av bæði landi og undirgrund.